Tað var stutt fyri klokkan 13 í gjár, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin út av vegnum uppi á Oyggjarvegnum norðan fyri Kleynisvarða oman fyri Havnina.
Ein persónur var í bilinum, sum varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum tó sigur, at viðkomandi hevur tað gott.
Tað var sera halt í gjár, serliga uppi í hæddini, sigur vaktleiðarin.
Bilførarin misti tamarhaldið á bilinum í hálkuni og fór út av vegnum.
Í gjárkvøldið kom aftur ein fráboðan um innbrot, hesaferð í handilin hjá Borg á Hálsi í Havn.
Enn er ikki greitt, hvat er stolið, ella um nakað er stolið, men tað verður kannað, tá fólk koma til arbeiðis har í morgun. Løgreglann kann framvegis tvey onnur innbrot, eitt í Rúsuna á Sandi sunnukvøldið og gjáranáttina í Effostøðina í Kollfjarðadali. Eisini verður kannað, um samanhang er millum hesi innbrot, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##





















