Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í havsbrúnni?

Stjórin í Sjónámi hevur sagt starvið frá sær, og síðani tá havi eg frætt, at ein fyribils leiðari er settur. Samstundis havi eg fingið at vita, at setanin av nýggjum leiðara fyribils er útsett, og harumframt at ætlanir eru um sparingar, sum kunnu fáa avleiðingar fyri tær útbúgvingar, ið Sjónám framyvir fer at bjóða.

 

Tað, sum serliga vekir stúran í sinni mínum, er, at Sjónám møguliga ikki longur skal bjóða fulla skiparaútbúgving, men bert partar av henni. Um hetta verður veruleiki, so er talan í mínum eygum um eina beinleiðis niðurlaging av stovninum.

 

Skúlin hevur bjóðað skiparaútbúgving annaðhvørt ár, bjóðar trygdarskeið og gevur fólki møguleika at taka fyrstu stigini inn í sjóvinnuna her norðuri. Harumframt bjóðar Sjónám eisini skipsatstøðaraútbúgvingina – tað, sum nógv kenna sum „lítla skipara“. Eftir lokna skiparaútbúgving í Klaksvík er síðani møguleiki at halda fram á Vinnuháskúlanum og taka skipsføraraútbúgvingina.

 

Stovnurin hevur djúpar røtur í Klaksvík. Fisher Heinesen stovnaði skúlan í 1947. Skúlin varð í mong ár rikin við skúlagjaldi frá næmingunum, eins og reiðarar av vælvild goldið fyri ein part av rakstrinum. Skúlin gjørdist almennur í 1975, tá Føroya Landsstýri yvirtók raksturin av stovninum. Ein beinleiðis fortreyt fyri, at nevndin góðtók yvirtøkuna, var, at skúlin ongantíð varð fluttur úr Klaksvík, og hetta havi eg sæð undirskrivað skjøl upp á.

 

Um Sjónám ikki longur skal veita eina fullfíggjaða skiparaútbúgving, men bert partar av henni, so merkir tað í veruleikanum deyða stovnsins. Og tað hevði verið ein beinleiðis vanlukka fyri Norðoyggjar.

 

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya. Vit hava eina sterka maritima vinnu, eitt ríkt sjóvinnuumhvørvi og eitt náttúrligt tørvsgrundarlag fyri at hava eina sterka sjóvinnuútbúgving í økinum. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at ein býur sum Klaksvík eisini í framtíðini kann bjóða sjóvinnuútbúgvingar á høgum støði.

 

Ein niðurlaging av Sjónámi kann als ikki góðtakast. Tað kann ikki vera rætt, at almennir stovnar stigvíst verða miðsavnaðir í høvuðsstaðnum, meðan Norðoyggjar missa enn ein týðandi stovn vegna stórrakstrarsparingar, sum í veruleikanum eru niðurlaging av útjaðaranum.

 

Eg kann sum løgtingslimur á ongan hátt liva við einari slíkari menning. Tískil havi eg sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Bárður á Lakjuni, ein § 52 a-fyrispurning hesum viðvíkjandi.

 

Eg vóni inniliga, at mín illgruni kann verða avsannaður, og at landsstýrið fer at tryggja, at Sjónám eisini framyvir verður ein livandi og fullgóður sjóvinnuskúli í Føroyum.

 

Hermann R. Samuelsen

Løgtingsmaður, Sambandsflokkurin