Allir aðrir javnaðarflokkar í heiminum stuðla tjóðarfrælsi og javnbjóðis samstarvi millum lond. Vit samstarva væl við javnaðarfólk í Grønlandi og Íslandi, og tey taka sjálvsagt undir við fullum sjálvstýri. Og hetta er prógvað við tí søguliga samstarvinum á fólkatingi í Norðuratlantsbólkinum.
Heldur enn at grenja um hetta, átti javnaðarflokkurin í Føroyum at lært av formatinum hjá okkara frændum í Norðuratlantshavi.
Eitt søguligt samstarv millum grønlendingar og føroyingar er skipað á fólkatingi. Vit hava skipað Norðuratlantsbólkin. Vit vilja í felag stríðast fyri viðurkenning av føroysku og grønlendsku tjóðini og teimum rættindum, vit hava sum fólk. Tað sum uppi í hesum hongur er m.a.:
Okkara ognarrættur til undirgrund og ráevni. Okkara tjóðarmál, sum hava ment seg við tógvið stríð, men sum Danmark hevur lýst sum minnilutamál. Okkara rættur til at samskifta við heimsins tjóðir uttan at spyrja Danmark um loyvi. Okkara rættur til at fáa fult innlit í hernaðarviðurskifti og sjálvi gera avtalur um hetta. Okkara rættur til at skipa sjálvstøðugar tjóðir uttan peningaligt trýst og hóttanir.
Og vit vilja í felag við grønlendingar stríðast fyri upplýsing og kunning til danir um sjálvstýrisstríðið í londunum báðum.
Hetta eru eisini júst tey endamál, sum vit løgdu fram í valstríðnum.
Gott samstarv við Grønland og Ísland
Vit hava eisini eitt sera gott samstarv við íslendskar politikarar uttan mun til flokslit, og íslendskir javnaðarmenn stuðla sjálvsagt føroyska sjálvstýrisstríðnum.
Hetta eru øll fegin um í Grønlandi, Íslandi og helst í Føroyum við. Tí hetta er jú tað, sum allir flokkar siga seg taka undir við og standa saman um. Hetta kann bert gagna samstarvinum í Norðuratlantshavi, at vit kunnu samstarva sum sjálvstøðugar tjóðir.
Føroyski javnaðarflokkurin í øðini
Men í Føroyum sita Jóannes Eidesgaard og føroyski javnaðarflokkurin. Teir eru í øðini. Teir forklaga tey, sum samstarva um sjálvsøgd rættindi ? rættindi, sum javnaðarflokkurin enntá sigur seg taka undir við.
Hov, hov, sigur føroyski javnaðarflokkurin. Tað eru bara teir politikarar, sum eru valdir í Danmark, sum hava rætt til at siga nakað um føroysk viðurskifti.
?Tað er ikki vanlig siðvenja, at politikarar leggja seg út í viðurskifti í einum øðrum landi?(!), sigur Jóannes Eidesgaard.
Skulu vit flenna ella gráta? Hetta sigur hann samstundis sum hann hevur biðið danskar politikarar ferð eftir ferð um at leggja seg beinleiðis út ímóti løgtingsmeirilutanum í Føroyum. Hvør minnist ikki Ole Stavad og Poul Nyrup, sum vórðu bodnir til Føroya at hótta við einum og øðrum, um føroyingar tóku undir við sínum egna landsstýri?
Hvør minnist ikki, hvussu allar hóttanir og krøv frá donsku stjórnini hava verið vard av Jóannesi Eidesgaard og javnaðarflokkinum?
Bara danir skulu blanda seg uppí
Fólkatingið hevur ein 21-mannabólk, sum skal viðgera samráðingar við Føroyar. Neyvan kennir nakar av teimum donsku politikarum nakað til Føroyar. Teimum skulu vit lurta eftir, sigur Jóannes Eidesgaard, og tey skulu siga okkum, hvat vit skulu og ikki.
Men dittar ein grønlendingur, sum lógliga er valdur á fólkating, sær at siga nakað um Føroyar, so er tað ikki fyri mark, heldur Jóannes Eidesgaard.
Og dittar ein íslendingur sær at spyrja danir um teirra føroyapolitikk, sum ein íslendingur gjørdi á Norðurlandaráðsfundi, so skal hann fáast at tiga, segði ein føroyskur javnaðarmaður á sama fundi.
Hvat er hetta fyri hugburður?
Eg gleðist í hvussu er um, at Lars Emil Johansen og aðrir grønlendskir politikarar bert flenna at hesum lótum. Teir hava format og bera seg fram sum statsmenn. Ikki sum fornermaðir skúladreingir.
Javnaðarflokkurin isolerar seg
?Umboðið á fólkatingi hjá tjóðveldisflokkinum umboðar ein minniluta í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard.? Hvussu veit hann tað? Og vil tað siga, at Jóannes ikki tekur undir við, at føroyingar og grønlendingar eru tjóðir við sjálvsøgdum tjóðarrættindum?
Vit kunnu so spyrja føroyska javnaðarflokkin, hvagar hann fer? Finst bara eitt samstarv ? nevniliga tað, har danskir javnaðarmenn siga teimum føroysku, hvat teir skulu gera? Ætlar javnaðarflokkurin fullkomiliga at isolera seg í heiminum?
Javnaðarflokkurin hevur nú í 4 ár trúttað niður í føroyingar, at tjóðveldismenn vilja ikki samstarva. Men veruleikin er, at vit hava eitt framúr gott samstarv við politikarar og ikki minst við javnaðarpolitikarar í okkara grannalondum og víða um heim.
Ongin av teimum skilur, at í Føroyum finst ein flokkur, sum rópar seg javnaðarflokk, men sum stríðist ímóti tjóðarfrælsi og fullum fólkaræði í Føroyum. Ongin av teimum skilur, at í Føroyum finst ein flokkur, sum sigur, at føroyska verkamannafjøldin skal kenna seg bundnan av pengum úr einum øðrum landi.
Hvørki sosialt ella demokratiskt
Hetta gongur jú beint ímóti javnaðarhugsjónini. Hetta er jú hvørki sosialt ella demokratiskt. Aðrastaðni í heiminum eru javnaðarflokkar bygdir á hugsjónirnar um fólkaræði og eitt javnt býti av virðunum millum fólk í einum landi. Ikki á, at ein fjøld skal vera heft av pengum frá øðrum og afturfyri lata sítt sjálvræði og síni rættindi frá sær.
Tí skal mín áheitan á javnaðarflokkin vera, at hann fer undir at samstarva og hugsa longur enn til nalvastrongin til Danmarkar. Tá hevði nógv kunnað komið burturúr.
Hvussu hevði tað verið at lært nakað av Lars Emil Johansen?
Tað kundi verðið eitt gott nýggjárslyfti.