Í eini, sum altíð hjá Paula Ellefsen, sera vælskrivaðari grein, viðger Pauli búskaparpolitikkin hjá samgongunum seinastu 35 árini. Hetta ger hann, sum vanligt, á ein sera greiðan og sannførandi hátt. Burtursæð frá byrjanini og endanum av greinini, er hetta føroyskur politikkur í einum nøtuhylki í hesum tíðarskeiði.
Men okkurt er, sum nívir Paula, tí hann byrjar við eini villleiðing av samgonguskjalinum hjá ABC-samgonguni, og tí verður niðurstøða hansara sjálvandi eisini skeiv.
Hvat er 15% av o. s. fr.?
Pauli siterar úr samgonguskjalinum, at ”... ríkisveitingin verður lækkað við 15% ... o.s.fr. o.s.fr.” Men sigur tú prosent, mást tú eisini siga av hvørjum. Íðan
dugir Pauli ikki at rokna procent? ella
er Pauli blivin í ørviti? ella
er Pauli ein kúllur?
Sum útbúgvin grannskoðari veit Pauli sjálvandi alt um prosentrokning, so tað er ikki orsøkin. Vælskrivaða greinin hjá hesum oratoriska begávilsinum minnir um fordóms politiska orðaleikin, so í ørviti er hann heldur ikki, so tað er ikki orsøkin. Er Pauli altso so ein kúllur? Tað hava í hvussu so er okkara mótstøðumenn mangan sagt.
Fornuftspolitikkur mótvegis kenslupolitikki
Allir føroyingar vita, at sambandspolitikkur byggir á fornuft, vit og skil. Teir vita eisini, at allir hinir flokkarnir uttan undantak byggja sín politikk á kenslur, ja kanska serliga undirlutakenslur.
Politiska skipanin og viðurskiftini eru nú einaferð so, at neyðugt er við fleiri flokkum at mynda landsstýri. So hjá Sambandsflokkinum at samráðast við flokkar, sum bert hugsa í kenslum og undirlutakenslum, er torført. Í slíkum føri er ofta neyðugt av psykologiskum grundum at geva hinum eitt veti rætt, fyri at teir ikki skulu fara heilt í baklás. Spyr bara ein sálarfrøðing.
Hevur Pauli ikki hugsað tað?
Tí stendur í samgonguskjalinum, ikki at ”... ríkisveitingin verður lækkað við 15% ... o.s.fr. o.s.fr.”, men at ”... ríkisveitingin verður lækkað við 15% av reella inntøkuvøkstrinum ...”. Og tað er sjálvandi nakað heilt annað.
Tað vil við øðrum orðum siga, at 85% av búskaparvøkstrinum fer til at bøta um blokkniðurskurðs-katastrofuna og annars at royna at byggja upp eitt vælferðarsamfelag, eisini í ringum tíðum. Og tað er ikki so býtt.
Men nú er stígur í búskapinum, og inntøkuvøksturin er negativur. Og negativur inntøkuvøkstur merkir sjálvandi, at blokkurin skal hækka! So kanska Sambandsflokkurin fyrst fær prístalsvøksturin inn aftur í blokkin. Og tað er heldur ikki so býtt, Pauli?
Sambandsflokkurin kann fáa avgjørdan meiriluta
Um Sambandsflokkurin hevði avgjørdan meiriluta á Løgtingi, hevði ikki verið neyðugt at gjørt slíka neyðsemju við aðrar. Í nýggjari tíð hevur Sambandsflokkurin havt ein formann, sum uttan iva hevði megnað at fingið flokkinum avgjørdan meiriluta, men tíverri stakk tann formaðurin halan millum beinini í úrtíð.
Men nú, tá ið fyrimyndin hjá íslandssambandsmonnunum er rapað, og Sambandsflokkurin hevur ein ungan, ágrýtnan, dugnaligan, dámligan og semjusøkjandi formann, kann gott vera, at hetta fer at eydnast.
So, Pauli! Alternativið er Sambandsflokkurin.