Havnar Róðrarfelag hevur nógv at liva upp til

Havnar Róðrarfelag hevði eitt framúr gott kappingarár í fjør við met nógvum rógvarum og fleiri føroyameistaraheitum. Í ár verða enn fleiri rógvarar

Síðsta kappingarár luttók Havnar Róðrarfelag í nýggju FM róðrum, og gjørdust føroyameistarar í fimm teirra.

Til ólavsøkuróðurin í fjør endaðu bátar hjá Havnar Róðrarfelag á trimum teimum fremstu plássunum í 8-mannafars róðrinum. Eisini gentu barnamanningarnar hjá Havnar róðrarfelag endaðu á trimum teimum fremstu plássunum í føroyameistarakappingini.  

Havnar Róðrarfelag gjørdist eisini ársins felag. Tað eru kappróðrarfeløgini sum velja, og í Havnar Róðrarfelag eru tey glað fyri henda heiður.

– Hetta er ein stórur heiður, og vit eru sera takksom, sigur formaðurin í Havnar Róðrarfelag, Bjarti Mohr. 

Havnar róðrarfelag hevði metnógvar rógvarar í fjør, tá vóru 140 rógvarar, og í ár verða enn fleiri. 

16 manningar eru tilmeldaðar róðurin á norðoyastevnu. Afturat hesum eru tvær master manningar sum væntandi koma við seinni. 

Nýtt neyst 

Havnar róðrarfelag er umboðað í øllum kappingunum til FM róðrarnar. Í 10 mannafarsróðrinum verður róð við einum nýggjum Havnarbáti, sum Sámal Hansen hevur smíðað. 

Felagið hevur óroyndar og royndar rógvarar, eitt nú rógvarar, sum byrjaðu við at rógva barnaróður, og nú rógva við Havnarbátinum.

– Havnarbáturin hevur altíð verið mannaður við fólki úr øllum landinum, tað er stuttligt og vit taka ímóti øllum.

Nýggja neystið hjá Havnar róðrarfelag er næstan liðugt. Allir bátarnir eru fluttir í neystið í Álakeri, og nú manglar bara at seta hurðar í. Nýggja neystið er beint við dráttin, og tað hevur stóran týdning, tí tá bátur skal dragast, slítist lakkið minni. 

Havnar Róðrarfelag er virkið alt árið. Nógv fólk eru um felagið og stuðla væl. Fyrr byrjaðu venjingarnar flaggdagin og hildu á til ólavsøku. Nú verður vant alt árið við rógvimaskinum og styrkivenjingum. Tað hevur týdning at hava gott samanhald, og tí veðrur skipað fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú stafett kappingum í inniróðri.

– Tað skulu vera kvinnur, menn, ung og eldri á hvørjum liði. Tá blívur tað spennandi og stuttligt, sigur Bjarti Mohr. 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her