Haldis Matras
Nógv hevur verið frammi seinastu tíðina um sparingar innan skúlaverkið, og er hetta eitt álvars mál eftir míni meting.
Sat hóskvøldið og hugdi eftir Degi & Viku, har tosað varð við lærarar og næmingar í Venjingarskúlanum um, hvussu sparingarnar komu at raka skúlan hjá teimum. Tey koma at missa nakrar tímar um vikuna í handverk og list, og sjálvandi er tað sera óheppið, men hetta gjørdi samstundis, at eg føldi meg noydda at gera vart við støðuna, vit sum foreldur at næmingum við menningartarni eru komin í seinastu tíðina, orsakað av sparingunum í skúlaverkinum.
Eigi sjálv ein 10 ára gamlan son, sum er menningartarnaður. Hann hevur í skjótt 3 ár gingið í skúla á Eiði við stuðli í 20 tímar um vikuna, og hesa skipan hava vit verið sera væl nøgd við. Hann hevur havt sera góðar stuðlar, og er sera nógv mentur, eisini tá tað kemur til at vera saman við sínum javnaldrum og øðrum børnum í skúlanum. Menningartarnið hjá honum ger, at hann má hava onkran vaksnan hjá sær alla tíðina, og tí er tað ikki møguligt at senda hann í skúla einsamallan.
Nú tímarnir eru býttir út á næmingarnar, vísir tað seg, at sonur mín bert hevur fingið 11 tímar um vikuna, sum hann skal deila við ein annan næming, so at hann kemur í mesta lagi at verða í skúla 2 tímar onkran dag, og 1 tíma aðrar dagar.
Eg havi tosað við NSR tænastuna, sum er undir Sernámdeplinum og kært okkara neyð, men har eru ikki fleiri tímar at geva av, siga tey.
Eiðis skúli hevur veruliga gjørt, hvat tey kunnu, fyri at loysa trupulleikan, men tað sær ikki út til at nytta nakað, tíverri. Øll árini, sonur mín hevur gingið í skúla, hevur samstarvið millum skúla, kommununa og okkum verið fyrimyndarligt, og er tað ein stór hjálp fyri okkum foreldur, tá ið man merkir vælvild og virðing millum partarnar.
Eg eri fullvæl klár yvir, at tað skal sparast, og okkara støða er ikki nakað eindømi, men tað ger ikki støðuna rættvísari í mínum eygum. Sum tað ljóðar, missa onkrir næmingar 1-2 tímar um vikuna, meðan tey veikastu kunnu missa upp í 50-60%, og tað kann eg ikki sum mamma góðtaka. Meti eisini, at spurnartekin kann setast við, um lógin um undirvísingarskjildu verður hildin.
Veit ikki, um hesin bólkurin enn einaferð er valdur, tí tey ikki kunnu svara fyri seg, ella um ætlanin er at spara uppaftur meira við at styggja okkum familjur við børnum við menningartarni av landinum, tí eitt mugu øll gera sær klárt, bæði politikarar og onnur - eitt menningartarn lekist ikki, hóast landið er í kreppu.