Er veljarin, blindur/deyvur ella býttur?

Nú vit koma nærri valdegnum, økist trýstið fyri at sleppa inn um býráðsgáttina. Tað er onki mark fyri hvat verður lovað av teimum ymisku valevnunum.

Schumann Hjaltalin,

býráðslimur, valevni fyri Sambandsflokkin



Tað er ógvuliga hugstoytt at lesa og hoyra um alt hetta valgassið, sum nú er frammi. Tað er ovboðið við øllum hesum valfleskinum sum borðreitt verður við á tí polittiska sjálvtøkuborðinum. Onkur lovar traðir, annar 100 % barnaansing ein annar nærum gratis grundstykkir og nýggjar skúlar, bátabrúgvar, jazzhús og mangt annað. Hetta er júst sum hjá Jacob Havgaard, sum lovaði umdanvind á súklubreytini, um hann var valdur, her er onki øðrvísi.

Onki verður nevnt um hvussu hetta skal gjaldast, hetta verður bara gloymt ella fjalt, tí mett verður helst at veljarin er bæði blindur, deyvur og helst býttur.