Erla Kongsdóttir fult stigatal

Sílið hevði leingi hug at bjóða av, men á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd

Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði staðfesti í dag við sigri í ólavsøkuróðrinum, at tær úr Fuglafirði eru FM vinnarar í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum við fullum stigatali.

Sigurin var sannførandi, men gongdin var meiri spennandi, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar í summar. Fram við Molanum hevði Sílið hug at bjóða av, og munurin millum teir báðar fremstu minkaði niður í hálva bátslongd ella minni enn so.

Fram ímóti málinum vístu tær á Erlu Kongsdóttir styrkina, sum hevur borið allar sigrarnar í summar við sær. Erla fleyg tað mesta av einari bátslongd framum avbjóðaran, og harvið varð FM heitið tryggjað við fullum stigatali.

 

Í dag var Havfrúgvin á bronsuplássinum. Tað ber við sær, at tær úr Vestmanna vinna silvur í FM kappingini. Teistin av Argjum var nummar fýra í dag og vann harvið bronsu í FM kappingini.

 

1Erla Kongsdóttir04:52.03  
2Sílið04:53.18  
3Havfrúgvin04:57.21  
4Teistin05:00.19  
5Drekin05:16.01  
6Blikur05:18.13