Ert tú ikki trúgvandi, verður tú ikki búgvandi!

   

Sjálvandi er tað ikki nóg mikið bara at trúgva upp á nakað og so seta seg hendur í favn. Nei, men tú mást fyrst vera komin til eina niðurstøðu, sum ger, at tú trýrt, at tað kann lata seg gera. Gert tú tað, so fert tú glaður og ekkaleysur til verka, gevur alt tað tú hevur í tær. Flest øll munnu hava upplivað hesa kensluna aftan á liðugt verk, at tú tá næstan ikki skilir, at tað bar til.

Hóast vit eru so ymisk, sum vit eru og í tí dagliga ósamd um mangt, t.d. um tú trýrt upp á títt egna fólk ella ei, er tað kortini so, at innast inni eru vit samd um, at vit eru eitt fólk og vildu fegin trúð, at vit klára okkum sjálvi, men av ymsum orsøkum valdi ikki at trúgva upp á tað.

Velur tú ikki at gera tað, sum tú hóast alt innast inni veit er rætt, fær tað fylgir fyri teg sjálvan, og ofta kemur tú at glíða út í nakað, sum tú bæði sigur og ger, so tú ikki torir at síggja í eyguni á tær sjálvum. Men tú hyggur ikki um teg sjálvan, og tað eru hini, øll hini, altíð hini.

Sakina ella evnið tosar tú ikki um.

Ein annars skilagóður føroyingur sum Thomas Arabo skrivar grein, har hann byrjar eitt sindur úr erva, men so verður hann garvillur, tosar um, »at her á landi eru øll líka nógv verd uttan mun til húðarlit, trúgv, evnir og politiska áskoðan«, um »superføroyingar«, og »Gud viti, hvussu skilið verður tann dag nationalistarnir fáa makt, sum teir hava akt«.

Hvør kom við hasum orðinum »superføroyingar«? Svarið er sum eftir bókini.

Minnist tá eg var við til at gera bókina »Sjón og Seiggj« við greinin eftir Erlend Patursson. Eg las sjálvandi allar gamlar 14.andar, hugdi eisini at hinum bløðunum viðhvørt. Tá datt eg um hetta. »Kvetta«, »kubba á stokkinum«, »kuta« o.a. Eg fann tað ongantíð hjá Erlendi, men hjá hinum, sum løgdu honum hetta í munnin.

Katrin Dahl Jakobsen gongur púrasta grassat. »Romantiskir rithøvundar«, »fullveldiskatekismus«, »halda, tað er sooooo synd í Høgna Hoydal«, »líða av Hoyalsyndromi«, »javnaðarkompeksavgongu«.

»Eg eri djørv, eg tori at skriva avgongu«. Kanska heldur onkur eisini tað. Nei, eg veit ikki. Tað er eitt gott føroyskt orð, men hvussu fær eitt fólk seg til at seta hasi trý orðini saman og so skriva tað? Hvat vil hon siga við hesum skrímsli? Hvør og hvat hevur uppøst hana so, at hon verður so vitleys?

Hans Pauli Strøm loysti frá kjaftbandinum. »Gevist«! er hansara høvuðsboðskapur. Og so flaksar hann aftur uppi yvir Malta. Kina og Gadaffi fær hann eisini vavt uppí.

Hava tit einki annað upp á hjarta at siga til tykkara landsmenn?

Ella hava tit longu ornað alt við Nyrup?

Hevur Nyrup lovað tykkum BLOKKIN til ævigar tíðir?

Trúgva tit honum? (Nú er NATO støðin ikki so virðismikil sum gjald).

Nógv er at hugsa og skriva um hjá øllum.

Og sanniliga eru frøðingarnir virðsimiklir ráðgevarar. Men seta út í kortið mugu politikararnir saman við fólkinum gera. Tað er tað vit velja teir til. Um ikki so er bara at avtaka tingið og seta einar fimm frøðingar at stýra øllum.


Steinbjørn B. Jacobsen