Tíðindaskriv:
Hvussu ávirkar blóð, mentan og søga fatan okkara av okkum sjálvum - og av hvat vit kunnu verða? Hetta fer norski-samiski listabólkurin Ferske Scener at lýsa á palli á OY til palllistafestivalin VERK – Nordic Stage Days í Tórshavn.
Her kunnu áhoyrararnir gleða seg til bergtakandi og hugvekjandi kvøld við søgum, skemti og løgnum siðvenjum. Kanska fer eisini at bera til at geva blóð?
Sýningin Blóðliðið: Ílegur og mentan tekur støði í Noregs søgu, tá sámar í fleiri ættarlið vóru undir trýsti, men peikar samstundis út í heim og býður áhoyrarunum at gruna um mál, mentan og at hoyra til - eisini her í Føroyum.
Partur av sýningini er konsert við føroyska bólkinum Hamradun.
Sýningin er partur av VERK – Nordic Stage Days, sum verður í døgunum 2. - 4. oktober í Tórshavn, sum Norðurlandahúsið hevur skipað fyri.
Atgongumerki kunne keypast á oy.fo