Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Honnu Jensen, sum í einum grein 52a fyrispurningi hevur spurt um gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur at fyrireika arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv?
2. Nær verður arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv framt, og hvat ella hvørji øki fevnir arbeiðið um?
3. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, tá um samferðslumynstrið við Gøtugjógv ræður, og ætlar hann at fáa játtan til vegar til fleiri átøk til batar fyri ábæru ferðsluna í økinum á fíggjarlógini fyri 2026?
Í svarinum til teir báðar fyrru spurningarnar sigur landsstýrismaður, at tað er nógv og tung bilferðsla gjøgnum Gøtugjógv.
– Har koyra í miðal 6.000 bilar um døgnið, og tað er nærum eingin skilnaður millum bilferðsluna og ábæru ferðsluna á staðnum. Millum annað er dagstovnur og skúli omanfyri vegin, so ferðandi til gongu úr Norðragøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum landsvegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni. Tað er ikki nøktandi, sigur Jóhan Christiansen.
Hann heldur tí, at stórur tørvur er á at skipa ferðsluviðurskiftunum betri á staðnum, har trygdin verður sett fremst.
– Tað vóru játtaðar 2,5 mió. kr. samanlagt í 2024 og 2025 til gongubreytir, kantsteinar og ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv.
– Í 2024 arbeiddi Landsverk fyrst saman við kommununi um at finna eina betri og tryggari loysn hjá fólki at fara yvir um vegin. Arbeitt varð við at gera eina gongubrúgv (heingibrúgv) undir verandi brúgv um Gøtugjógv. Hendan loysnin verður mett at vera væl betri og tryggari fyri ábæru ferðsluna, tí ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum. Hetta er serliga viðkomandi fyri Gøtugjógv.
Landsstýrismaðurin sigur, at komið varð ikki á mál við arbeiðinum, og tí varð farið aftur til upprunaligu verkætlanina, um at betra gongubreytina og at seta kantsteinar upp millum vegin og gongubreytina. Arbeiðið bleiv boðið út í 2024, men prísirnir, ið inn komu, vóru munandi hægri enn játtanin.
– Ein tillagað verkætlan varð tí boðin út aftur í 2025. Sáttmáli er nú gjørdur við veitara, og arbeiðið skal byrja í viku 39 í 2025 og verða liðugt í seinasta lagi í viku 45 í ár. Verkætlanin snýr seg um at dagføra gongubreytirnar, bæði í ovara og niðara borði, á vegastrekkinum frá á leið norðastu húsunum við Gøtugjógv til á leið, har busssteðgiplássini eru niðanfyri skúlan.
Til triðja spurningin sigur landsstýrismaðurin, at Gøtudalstunnilin er partur av samferðsluætlanini.
– Í 2019 vóru 2 mió. kr. játtaðar til at fyrireika verkætlanina at gera ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn. Játtanin varð brúkt til at gera jarðfrøðiligar forkanningar og aðrar fyrireikingar, og fyrireikingarnar komu væl áleiðis. Í ár eru 1 mió. kr. játtaðar til framhaldandi at fyrireika Gøtudalstunnilin. Ein frágreiðing kemur um jarðfrøðiligu viðurskiftini í ár. Landsstýrismaðurin fer at biðja Landsverk um tilmæli um, hvør tunnilsloysn er best, sigur hann.
Íløgukarmur landsins er avmarkaður, og bæði Tjørnuvíkartunnilin, brúgvin um Streymin, brúgvin um Fjarðará í Skálafirði, og aðrar íløgur verða raðfestar fremri enn Gøtudalstunnilin. Eisini er eftirsleipið stórt á landsvegakervinum, sum játtan má fáast til.
– Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, og er ein skilagóð íløga. Vónandi ber til at fara undir at gera Gøtudalstunnilin innan rímiliga tíð, sum verður ein av høvuðsfarleiðunum í Føroyum, samstundis sum ferðsluviðurskiftini við Gøtugjógv eisini høvdu blivið nógv betrað, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum í svarinum til fyrispurningin frá Honnu Jensen.