Fyrrverandi franski forsetin, 70 ára gamli, Nicolas Sarkozy, er dømdur í fimm ára fongsul fyri ólógliga fígging av forsetavalstríði.
Tað veit Reuters at siga í dag.
Domstólurin heldur, at fyrrverandi forsetin í loyndum hevur tikið ímóti pengum frá fyrrverandi libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi.
Hetta var í samband við forsetavalstríðið í Fraklandi í 2007. Reuters veit at siga, at Nicolas Sarkozy er fríkendur fyri aðrar ákærur.
Franska ákæruvaldið heldur, at fyrrverandi forsetin gjørdi eina avtalu við Muammar Gaddafi í 2005.
Avtalan snúði seg um, at fyrrverandi libyski leiðarin skuldi stuðla valstríðnum hjá Sarkozy fíggjarliga afturfyri stuðul til libysku stjórnina.
Reuters veit at siga, at í løtuni er ikki greitt, um Nicolas Sarkozy, sum ongantíð hevur viðgingið seg sekan, fer at kæra dómin.
##med2##