Champions League: Kielce-Füchse Berlin beinleiðis á TV3 Sport

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava fult stigatal undan dystinum móti Kielce

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru einasta liðið í bólki A í Champions League kappingini, ið hevur fult stigatal.

 

Klokkan 17.45 byrjar dysturin hjá Füchse Berlin á útivølli móti sterka pólska liðnum, Kielce. Füchse Berlin hevur eina lítla favorittstøðu undan dystinum.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar hava møguleika at síggja hendan væntandi spennandi dystin. TV3 Sport, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum vísir dystin.

 

Dysturin kann eisini stroymast á Viaplay.