Eru ósamd um 60 ára pensjónsaldur hjá landsstýrismanni

Løgtingsins umboðsmaður og landsstýrið eru ósamd, um ein fyrrverandi landsstýrismaður skal pensjónerast sum 60 ára gamal

Tað verður ikki sagt, hvør fyrrverandi landsstýrismaðurin er, men ein persónur hevur kært landsstýrið til Løgtingsins Umboðsmann, tí at landsstýrið noktar honum at pensjónerast sum 60 ára gamal.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur søkt um landsstýrismannapensjóns sum 60 ára gamal, eftir at lógin um pensjónina hjá landsstýrisfólki fór úr gildi 15. september í 2015. Tað var tann dagin, nýggja landsstýrið hjá Aksel V. Johannesen tók við. Løgtingið hevði samtykt lógina árið fyri at koma í gildi, tá nýtt landsstýrið tók tók.

 

Greitt er, at gamla lógin er galdandi fyri fólk, sum sótu í landsstýrinum 15. september í 2015 og fyri ta tíð. Men ósemjan millum landsstýrið og Løgtingsins Umboðsmann snýr seg um, hvørt fyrrverandi landsstýrismaður blívur við at vinna inn tíð til 95 ára regluna, sum skal til fyri at fáa pensjón, tá tú ert 60 ár.

 

95-ára reglan er, at aldur á landsstýrismanni + tvær ferðir starvsaldur skal geva 95.

 

Er tað ein landsstýrismaður, sum er farin frá sum landsstýrismaður sum 50 ára gamal, so er tað talið 50 + tvær ferðir starvsaldurin. Men ósemjan er um, hvørt tað er starvsaldurin tá viðkomandi fór frá sum landsstýrismaður ella starvsaldurin tá hann fyllir 60 ár.

 

Landsstýrið hevur noktað persónum rætt til pensjón sum 60 ára gamal, meðan Løgtingsins Umboðsmaður heldur, at viðkomandi hevur rætt til pensjón. Semja er tó um, at pensjónsupphæddin ikki hækkar eftir at lógin fór úr gildið.

 

Fulla pensjón hevur fyrrverandi landsstýrismaður rætt til eftir gomlu skipanini tá hann hevur sitið í landsstýrinum og á tingi í tilsamans 8 ár tá hann er 67 ár.

 

Men eftir 95 ára regluni hevur hann rætt til pensjónina, tá hann er 60 ár.

 

Lesið niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni her

 

www.lum.fo/Files/Filer/lum/Nidurstodur/2025/25-00168-Alit-um-skiftisregluna-i-sambandi-vid-eftirloen-vid-60-ara-aldur-eftir-landsstyrisloenarlogini.pdf