Eru samd um hvussu ein stór ósemja skal loysast

Nú skal málið kannast út í æsir og úrslitið av tí verður avgerandi fyri, hvørja støðu, býráðið fer at taka

Nú skal spurningurin um brennistøðir í Føroyum, kannast út í æsir. Tað er Tórshavnar Býráð nú samt um.

Málið hevur elvt til rættiliga ósemju í býráðnum, og tað hevur kloyvt býráðið í tvey, tí býráðslimirnir fyri Tjóðveldi og Fólkaflokkin viljað byggja eina felags brennistøð við IRF, men aðrir býráðslimir hava verið hart ímóti tí.

Eitt nú kunngjørdi Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, at hetta fór Javnaðarflokkurin aldrin at taka undir við.

Men á býráðsfundi í dag hevur býráðið einmælt samtykt at kanna málið út í æsir.

Í hesum sambandi skal ein arbeiðsbólkur setast at lýsa fíggjarligu fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð, ella um vit framhaldandi skulu hava tvær brennistøðir. Kannast skal eisini, hvørjir orku- og umhvørvisligir fyrimunir og vansar eru við einari ella tveimum brennistøðum.

2. Arbeiðsbólkurin skal vera mannaður av uttanhýsis serkønum í fíggjarviðurskiftum, verkfrøði og orku og umhvørvi. 

3. Arbeiðsbólkurin skal gera eina búskaparliga frágreiðing og greining av, hvussu framtíðin sær út í Tórshavnar kommunu, tá ið hugsað verður um brenning, burturbeining og framtíðar skiljing av ruski, tá vit skulu verða meira burðardygg á tí grønu leiðini. Somuleiðis skal arbeiðsbólkurin kanna, hvat tað kostar at byggja nýggjan ovn afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla.

4. Arbeiðsbólkurin skal gera eina tørvsmeting av, hvat ið krevst av plássi, stødd á brennistøð og hvørji stykki á Hjalla eru tøk til økt virksemi á økinum eitt nú høll til at skilja, brennistøð, og annað

5. Politiskur fylgibólkur umboðandi allar flokkar í býráðnum verður settur til tess at fylgja arbeiðinum.