Eru telefontakstirnir veruliga lækkaðir?

Fríggjadagin í síðstu viku komu fjølmiðlarnir við stórtíðindum um, at tað fer at blíva bíligari at tosa í telefon.

Føroya Tele boðaði til tíðindafund, har stjórin Andras Róin greiddi tíðindafólki og øðrum áhugaðum frá, at nú fór at verða bíligari at tosa í telefon.

Tað tykist at verða løgi, at monopolfyritøkur skulu síggja kappingarneytar fyri framman fyri at vakna úr sínum tornurósusvøvni, áðrenn teir kunnu veita eina betri og bíligari tænastu. Hetta eru Tryggingarfelagið Føroyar, Útvarp Føroya og onnur gott dømi um.

Tá vit tosa um teleøkið, so er tað ein ógvuliga stórur spurningur, um tað nú veruliga verður bíligari at tosa í telefon. Hettar minnur mest um BUGLI BUGLI-kampagnuna hjá SEV á sinni. Meir tú tosar í telefon, meir sparir tú. Um tú tosar nóg leingi, verður hettar helst uttan kostnað, ella tosar tú teg ríkan.

Í samrøðu við fjølmiðlarnir upplýsur stjórin á Føroya Tele, at nú hevur stovnurin fingið fleiri bein at standa á, enn áður, sostatt kunnu teir nú lækka prísin á telefonsamrøðum.

Hvørji eru so hesi beinini, sum Føroya Tele hevur fingið at standa á?

Eitt av beinunum tykist at verða uppringingargjaldið. Áðrenn 1. juni 1999 var hettar gjaldið 0, og eftir 1 juni bleiv hetta so 30 oyru og verður nú hækkað til 40 oyru.

Tað fasta gjaldið verður hækkað frá 89 krónum til 115 krónur, t.v.s. at fasta gjaldið hækkar við 26 krónum.

Hesi sokallaðu beinini, sum Føroya Tele sigur seg at hava fingið at standa á, eru rein kamuflaga. Tað, sum Føroya Tele ger, er nevniliga at geva við høgru hond, fyri síðani at taka aftur við vinstru hond, sera smart.

Omanfyri er nevnt, at Føroya Tele ásetti eitt nýtt uppringingargjald uppá 30 oyru í juni 1999. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat hetta gjald hevur givið í krónum?

Tá ið tosað verður um lækkingar, mugu hesar síggjast aftur á sjálvari rokningini og ikki í øking av telefonsamrøðum. Einasti møguleiki fyri veruligari lækking er frí kapping.

Um vit skulu hava fría kapping í Føroyum, má telemarknaðurin latast upp fyri øllum, sum ynskja at veita føroyingum hesa tænastuna.

Frí kapping er bert, um øll kunnu koma inn á hetta økið, tað verið seg onnur føroysk feløg og útlensk. Tá fáa vit eina tænastu og ein prís, sum verður lagaður eftir marknaðinum.


Schumann Hjaltalin