ES: Kina má biðja Russland steðga krígnum

- Tað verður ógvuliga trupult - fyri ikki at siga ómøguligt - hjá ES at hava álit á Kina, um landið ikki viðvirkar til eina politiska loysn í Ukraina.

Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, sigur, at Kina eigur at gera sína ávirkan galdandi og fáa Russland at steðga krígnum í Ukraina.

 

Annalena Baerbock er á vitjan í Beijing í Kina, har hon skal hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang.

 

- Tað er einki annað land í heiminum, sum hevur størri ávirkanarmegi á Russland enn Kina, sigur týski uttanríkisráðharrin.

 

Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Josep Borrell, heldur, at tað eisini hevði verið til stóra nyttu, um kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevði tosað við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

- Tað verður ógvuliga trupult - fyri ikki at siga ómøguligt - hjá ES at hava álit á Kina, um landið ikki viðvirkar til eina politiska loysn í Ukraina.

 

Josep Borrell sigur seg vóna, at Kina tekur ábyrgd sum fastur limur í ST-trygdarráðnum og ger sítt til fyri at fáa russisku leiðararnar at lurta.

 

##med2##

 

 

 

Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, vitjar í Kina í hesum døgum.