ES størsti keyparin av føroyskum laksi

Hóast føroyingar seinastu tíggju árini eru farin at útflyta munandi minni av laksi til ES-marknaðin, so er hann enn størsti marknaðurin fyri føroyskan laksaútflutning. Tað staðfestir Havbúnaðarfelagið í nýggjastu ársfrágreiðingini.


- Frá at hava útflutt 85% til ES-marknaðin í 2008, er tann lutfalsligi parturin, sum fer til ES, sum heild minkaður seinastu árini. Ikki tí minni nøgdir vera útfluttar til ES, men tí størri partur av vøkstrinum í framleiðsluni verður útfluttur til marknaðir uttanfyri ES. Vøkstur hevur serliga verið á marknaðunum í USA, Russlandi og Kina. Tilsamans fer uml. 97% av útflutninginum til hesar fýra marknaðirnar, skrivar nevndin í viðmerking til frágreiðingina.


Umleið 37 prosent av føroyska laksaútflutningum fer til ES-marknaðin, 30 prosent til russiska marknaðin, 20 prosent til marknaðin í USA, 10 prosent til kinesiska marknaðin, meðan síðstu trý prosentini fer til aðrar marknaður.


Sostatt er útflutningurin til ES-marknaðin minkaðu við 48 prosentstigum síðan 2008, men sambært ársfrágreiðingini hjá Havbúnaðarfelagnum er niðurgongdin steðga síðstu tvey árini og er gongdin so spakuliga vend.


Tilsamans útflutti føroysku alifyritøkurnar fyri 3,9 milliardir krónur í fjør og er hetta ein vøkstur á umleið 200 milliónum krónum í mun til undanfarna ár.