ES-umboð í Ukraina rakt í russiskum rakettálopi á Kiev

ES letur seg ikki ræða, sigur forsetin í ES, António Costa, eftir álopið í nátt.

Hølini hjá ES sendinevndini í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv

Ein bygningur, sum hoyrir til ES-umboðini í Ukraina, er raktur í einum russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, í nátt.

Tað sigur forsetin í ES, António Costa, á sosiala miðlinum X.

- Ræðslusligin av enn eina nátt við deyðiligum russiskum rakettálopum á Ukraina.

- Mínir tankar fara út til ukrainsku ofrini og eisini til starvsfólkini í ES-sendinevndini í Ukraina, hvørs bygningur fekk skaða í hesum tilætlaða russiska álopinum, skrivar António Costa.

Sambært ukrainsku myndugleikunum hava í minsta lagi tíggju fólk latið lív í russisku álopunum á Kiev. Harumframt hava 38 fingið skaða.

##med2##

 

Álopini raktu ymisk øki í høvuðsstaðarøkinum. Íroknað bæði sethús og aðrar bygningar, skrivar Reuters.

- ES letur seg ikki ræða. Álopið hjá Russlandi styrkir bara okkara avgerð um at standa saman við Ukraina og tess fólki, sigur António Costa á X.

 

/Ritzau/

 

 

 

Hølini hjá ES sendinevndini í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv

Íbúgvarnir sita uttanfyri eitt av sethúsunum, sum vórðu rakt av náttarálopinum á Kiev. Umframt íbúðarbygningar varð ES-umboðsbygningurin í høvuðsstaðnum raktur. - Mynd: Stringer/Reuters