Et meiri fisk - men alifisk

- Ein fiskur er ikki bara ein fiskur. Um tú ætlar tær at eta meiri fisk, enn áður tilrátt, et so alifisk heldur enn villan fisk. Danska matvørustýrið hevur broytt síni tilmæli og heldur nú, at fólk saktans kunnu eta meiri fisk, enn mælt hevur verið til áður.

Stýrið hevur í vikuni latið sítt tilmæli sum sigur, at fólk saktans kunnu eta meiri enn tey 300 grammini av fiski um vikuna, sum mælt hevur verið til.

- Men betri er, at fiskur, sum verður etin útyvir hetta, ikki er ov feitur. Hetta kann saktans verða alifiskur, tí villur fiskur úr havinum hevur meiri kyksilvur og dioxin í sær, sigur danska matvørustýrið.

Formaðurin í felagnum Fiskeribranchen, Niels Wechmann, heldur lítið um hesa tilráðing.

- Hetta er nakað vrøvl, tí tær góð omega 3 feittsýrurnar eru mestar í feitum fiski, sum livir úti á havinum.

Niels Wechmann heldur, at tá matvørustýrið mælir til alifisk, vita tey ikki, hvat tey tosa um.

- Eg trúgvi, at fólk kunnu eta fimm kilo av fiski um dagin, áðrenn nøgdin kann gerast vandamikil, sigur hann.