Eta meiri enn 22 tons av Quality Street

Nú stundar ímóti jólum, og tað sæst aftur í teimum ymsu matvøruhandlunum kring landið. Tær væl kendu og ikki minst væl umtóktu Quality Street karamellurnar eru komnar á hillarnar, og eisini eru mandarinir og klementinir komnar á klettarnar. Men hvussu eru matvanarnir hjá føroyingum nú jólini standa í durunum?

 

Matvanar

Ingrid Bjarnastein


? Føroyingar hava egnar matvanar, vil Niels Mortensen, stjóri í SMS vera við.

? Vit yvirtaka ikki nakað serligt av donskum ella øðrum útlendskum matvanum. Nú til jólar er tað tó dunnan og tann heiti maturin, sum er merktur av Danmark, men tá tað kemur til góðgæti er tað mest enskt góðgæti, ið etið verður.

Hesa tíðina og fram til jóla er tað Quality Street karamellurnar, dunnur, reyðkál, klementinir, súreplir, rosinur, marsipan og góðgæti sum heild, sum verður selt mest av í handlunum hjá SMS. Í Keypsamtøkunum kring landið er tað dunnan, sum er toppskorarin. Sambært Finni Nielsen, stjóra í Føroya Keypsamtøku eru dunnur tað, ið Keypsamtøkan selur mest av. Tó er Finn Nielsen ikki heilt samdur við Niels Mortensen viðvíkjandi føroyskum matvanunum.

? Maturin, ið føroyingar eta til jóla, líkjast nógv matinum, sum verður etin uttanlands, sigur Finn Nielsen.

? Tó er brýtur tað ræsta kjøtið og annar føroyskur matur frá, men sum heild líkist tað ógvuliga nógv.

Finn Nielsen sigur, at sum heild verður meira etið til jóla enn til aðrar tíðir, og hetta hevur sjálvsagt við sær, at meira verður selt.


2.041.820 krónur í karamellum

Quality Street karamellurnar hava meira ella minni fingið eitt statussúmbol sum "jólakaramellur". Matvøruhandlarnir, sum SMS eigur, tað vil siga, Miklagarð handlarnir, teir fýra Bónus handlarnir og Brotið í Runavík, selja yvir 11 tons av karamellum um hesa tíðina.

Eisini Keypsamtøku-ketan selur umleið somu nøgd av karamellum. Hetta gevur eitt samanlagt úrslit uppá yvir 22 tons av Quality Street karamellum.

Aðrir handlar selja eisini "jólakaramellurnar", men tað hevur ikki verið gjørligt at fáa fatur á teimum tølunum. So havast skal í huganum, at tølini helst eru væl hægri.

Um karamellurnar verða roknaðar um til pening, so kostar 1 kg av Quality Street karamellum umleið 92,81 kr/kg. Hetta sigur so mikið sum, at føroyingar brúka 2.041.820 krónur uppá karamellur um jóltíðir, umframt tað, sum aðrir handlar selja.

Við hesum tølum ber at rokna seg fram til, at í miðal etur hvør føroyingur umleið eitt hálvt kilo av karamellum, og brúka vit í miðal 44, 39 krónur til karamellur í part.

So føroyingar eru helst eitt lítið sindur søtari um jólini enn aðrar tíðir.