Landskappingin fer í morgin undir sín seinasta triðing, og serliga í tveimum av dystinum kunnu vit rokna við góðum undirhaldi.
Oddaliðið HB fer til Gøtu, og har eru teir ofta fyrr komnir illa fyri. Í fjør endaði javnt 1-1, men í 1996 vann GÍ stórsigur 5-1 (tá Uni Arge gjørdi eitt frálíkt mál av miðjuni móti sínum núverandi liðfelagar Jens Martin Knudsen). Í 1995 vunnu gøtumenn eisini, hesaferð 2-1, og árið fyri tað var úrslitið 4-1 til GÍ. Dysturin í 1993 endaði 0-0.
Bæði liðini skuldu verið rættiliga væl fyri. Gøtumenn hava havt ? og hava ? eina strævna skrá, men teir hava nú havt nakrar dagar til at hvíla seg eftir Europa Cup-dystin og dystin í Vági.
Bæði GÍ og HB høvdu spælarar á vøllinum í Sarajevo mikukvøldið, men teir komu heim aftur í gjáramorgun.
Søren Skov Jørgensen, sum er fluttur aftur á miðjuna at spæla, er framvegis ikki sloppin heilt av við lúskuskaðan, sum plágaði hann nógv í byrjanini av kappingini, men hann spælir ivaleyst á miðjuni í morgin saman við Paula og Magna Jarnskor.
HB hevur eisini alt fólkið tøkt, og so kann roknast við, at HB-venjarin Ion Geolgau fer at halda seg til teir ellivu, sum hava verið so at siga fastir í ár: Kaj Leo Johannesen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr (fingið fast pláss fyri Jan Dam), Johannes Joensen, Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen, Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen. Magni á Lakjuni hevur í seinastuni verið í álopinum fyri Andrew, men fuglfirðingurin er í løtuni í ferð við at flyta heim úr Danmark og verður ikki við hesaferð.
Sivic grønt ljós
B36 hevði eisini fleiri spælarar við í landsdystinum mikukvøldið, og teir byrja ivaleyst allir inni í heimadystinum móti ÍF í morgin. Jens Kristian Hansen og Bjarni Prior vóru leikbannaðir í Sumba, men eru tøkir aftur. Og so kann B36 heilsa venjaranum Tomislav Sivic vælkomnum aftur á vøllin. Drúgva leikbannið hjá jugoslaviska venjaranum er av, og so er spurningurin, um hann velur at byrja inni sjálvur, ella um hann heldur fast við liðið, sum hevur fingið sera góð úrslit, síðani kappingin fór í gongd aftur eftir summarsteðgin.
Meðan B36 sostatt er fullmannað fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir, stendur verri til hjá ÍF.
Sum vit hava nevnt fleiri ferðir, verður Torstein Joensen ikki aftur í ár, tí hann hevur brotið beinið. Høgni Hansen fekk reyða kortið móti B68 seinasta vikuskiftið (tíverri datt tað burturímillum í hagtalssíðuni hjá okkum seinasta týsdag), og Eyðálvur Petersen fekk sítt triðja gula kort á Toftum og noyðist sostatt eisini at sita uttanfyri.
Venjarin Piotr Krakowski hevur spælt í verjuni fyri Torstein og ger tað allarhelst eisini í morgin. Piotr er eftirhondini blivin 41 ára gamal, men tað tykist ikki at nerva henda sterka ítróttarmannin, sum klárar væl at fylgja við, hóast tað er heilt stutt síðani, at hann fór at venja aftur.
Tað er ilt at siga, hvat Piotr velur at gera fyri at fylla holini eftir Høgna og Eyðálv, men eitt gott boð man í øllum førum vera Viggo Johannesen, sum hevur verið inni í 1. deildarhitanum fyrr í ár.
Tað var málríkt í fjør, tá B36 vann 8-3 á ÍF í Gundadali. Í 1996 vann havnarliðið 4-0, tá fuglfirðingar júst vóru komnir upp úr 2. deild. Í 1994 vann B36 henda dystin 2-1, og árið frammanundan var úrslitið eisini til fyrimuns fyri heimaliðið, ta ferðina 3-1.
NSÍ og KÍ eru
bæði sera skerd
Tað stendur nógv upp á spæl, tá klaksvíkingar í morgin fara út í Runavíkina. Hjá KÍ er tað í fyrsta lagi møguleikin fyri framhaldandi at vera við í FM kappingini, sum stendur uppá spæl, og í øðrum lagi er møguleiki fyri at NSÍ ? millum annað við sigri í morgin ? kann vinna bronsukrónurnar og harvið atgongdina til UEFA Cup, og gongst tað heilt illa hjá KÍ, so missa teir rættin til luttøku í europeisku steypakappingini. Hetta gera teir, um B36 vinnur FM heitið.
Sovornar hugsanir gera teir sær norðuri í Klaksvík fyri at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er, at teir vinna í morgin. Og í Runavík gera teir sær somu hugsanir. Málið hjá teimum er triðja plássið og harvið fyrsta altjóða luttøkan.
Fyri tveimum vikum síðani hevði NSÍ fýra álopsspælarar, sum kappaðust um tvey pláss. Nú hava teir bara ein. Óli Hansen hevur brotið beinið og Mortan Hansen er burturstaddur. Gert Langgaard, sum fram til summarsteðgin gekk við brotnum armi, breyt sama armin í Gundadali móti HB og verður neyvan við aftur í ár.
Kristian Høgni Jacobsen noyddist út móti HB. Hesa vikuna hevur hann vant fyri seg sjálvan, og hann verður við í morgin.
Sannlíkt er, at Sonni L. Petersen verður í hópinum hesa ferð. Hann er yngri beiggi til Helga L. Petersen, sum ikki fer at spæla aftur í ár. Krossbondini í øðrum knænum eru illa skamfílað.
Kurt Mørkøre fekk reytt kort móti TB og er leikbannaður. Allan Joensen fekk gult kort og er leikbannaður. Hann gavst at venja týskvøldið, og teir kvíga fyri, at skaðin, sum hevur hildið honum so nógv burtur frá fótbólti, er komin aftur.
Jan Joensen, sum fyri tveimum vikum síðani breyt kjálkabeinið, hevur vant alla hesa vikuna og verður við. Harley Bertholdsen er afturkomin úr útlandinum.
Tá liðini hittust í Klaksvík fyrr í ár vann KÍ 4-1. NSÍ hevur ikki vunið á heimavølli móti KÍ síðani 1994, tá úrslitið var 2-1.
Birgir Jørgensen
skal hjálpa Sumba
Tað er ein spurningur um lív ella deyð, tá TB og Sumba seinnapartin í dag tørna saman á Sevmýri. Eydnast tað ikki heimaliðnum at vinna, so eru allar vónir um framhaldandi tilveru í bestu deildini so at siga burtur, og tapir Sumba, so eru teirra møguleikar at halda seg uppi nógv minkaðir.
Sumba hevur tapt sera nógv síðani summarfrítíðina. Teir hava brúkt nógvar ungar menn, og teir hava verið plágaðir av leikbannum. Men nú halda teir seg vera næstan so væl fyri, sum tað ber til. Sambært grein 14 í ásetingunum (s. 67 í skipanini) er 22. august ella í dag síðsta freist hjá spælarum at flyta millum føroysk feløg.
Í gjár sendi FSF spæliloyvið hjá Birgiri Jørgensen til Sumbiar. Sumbingar hava goldið VB fyri at fáa hann leysan.
Sumbingar vænta sær nógv av honum. Í vikuni spældu teir venjingardyst á heimavølli móti Royn. Sumba vann 7-4, og Birgir Jørgensen skoraði fýra mál.
Dánial J. Joensen var leikbannaður seinast. Hann er við aftur, meðan Georg Kjærbo er leikbannaður hesa ferð. Jón Lisberg hevur verið til skips, men verður við í morgin, og tað vera Eirikur Joensen og Egil Petersen eisini. Hesin seinni var fastur fúsur í 2. deild í fjør, men tað bar honum ikki til at venja fyri summarfrítíðina.
Av Tvøroyri frætta vit, at teir trúgva eisini uppá, at tað fer at bera til hjá teimum at yvirliva. Pól F. Joensen, Óli Johannesen og Sasha vóru ikki við í Klaksvík, men teir eru allir tøkir í dag.
Dan Mortensen fekk gult kort móti KÍ og er leikbannaður.
Tá liðini hittust á Krossinum í Sumba var úrslitið 3-2 til heimaliðið.Tá bæði liðini vóru í 1. deild í 1991, vann TB 4-1 á heimavølli.
Lyklaspælarar leikbannaðir
Støðutalvan boðar frá, at hvørki vágbingar ella toftamenn neyvan kunnu røkka heiðursmerkjaplássi, og tað er lítið sannlíkt, at hesi bæði liðini fara at koma í niðurflytingarvanda.
Støðan hjá báðum feløgunum líkist ikki so heilt lítið, tí bæði liðini hava ein av týdningarmiklastu spælarunum sitandi uttanfyri vegna leikbann, og bæði liðini hava undan vikuskiftinum fingið ein spælara heim úr Danmark at hjálpa sær.
Hjá VB er Jón Pauli Olsen leikbannaður, og teir hava fingið Magna Mohr heim úr Danmark.
Hjá B68 er Øssur Hansen leikbannaður, og teir hava fingið Niels Suna Poulsen heim úr Danmørk at hjálpa sær. Ætlanin var, at Oleif Joensen, sum akkurát er fluttur heim úr Danmørk, skuldi koma inn í verjuna, men undir venjing hevur tað víst seg, at knæskaðin, sum hann fekk stutt undan fráferð úr Aarhus, í fyrsta umfari heldur honum uttanfyri.
Tá VB var á Svangaskarði fyrr í summar vann B68 2-1. Í fjør vann VB 3-0 á heimavølli móti B68. Toftamenn hava ikki vunnið á Vágseiði síðani 1993. Tá var úrslitið 2-4.