European Cup: ÍBV tapti við tveimum málum í Eysturríki

ÍBV var omaná í fyrra hálvleiki, men mátti lúta fyri eysturríkska liðnum, Krems

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV hava spælt fyrra dystin í triðja umfarinum í European Cup.

 

Dysturin var leiktur á útivølli í Eysturríki móti liðnum, Krems.

 

Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá ÍBV, og í steðginum var ÍBV á odda 13-10.

 

Í seinna hálvleiki haltaði meir hjá ÍBV, og endin var, at Krems vann dystin 30-28.

 

Talan er tó um eitt góðtikið útgangsstøðið til seinna dystin, ið verður leiktur úti í Heimey komandi leygardag 2. desember klokkan 14.30.