Johannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni rukku akkurát ikki bólkaspælinum í EHF European League.
Stjarnan tapti í dag í seinnu hálvfinaluni móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare 26-27 aftaná brotskastskapping.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 23-23, og tá fyrri dysturin endaði við javnleiki 26-26, stóð samlað á jøvnum 49-49. Tí var neyðugt við brotskastskapping. Stjarnan setti trý av fimm brotskøstum í netið, meðan rumenska liðið setti fýra av fimm brotskøstum í netið.
Jóhannes skoraði tvey mál í dag. Í steðginum var Minaur Baia Mare á odda 14-13.
Avrikið hjá Stjörnuni á útivølli í Rumenia var gott, men tað er vónbrot fyri Jóhannes og liðfelagarnir, at dysturin á heimavølli ikki var vunnin.