Ásla vann og Jóhanna leikti javnt

Ásla Johannesen legði upp til sigursmálið hjá Piteå

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå hava nú fingið eina betri frástøðu til niðurflytingarstrikuna í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Ásla spældi allan dystin, og hon legði upp til sigursmálið, tá Piteå á útivølli í Stokkhólmi vann 1-0 á AIK. Saga Swedman skoraði sigursmálið, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Piteå er nú nummar 10 í deildini við 20 stigum fyri 17 dystir. Piteå hevur nú níggju stig niður til næstaftasta liðið, Linköping, men hevur hinvegin bert fimm stig upp til AIK, ið er nummar seks í deildini við 25 stigum.

 

Sunnudagin 14. september klokkan 14 hevur Piteå heimadyst móti Brommapojkarna, ið eru triðaftast í deildini við 13 stigum. Tá skuldi verið ein góður møguleiki fyri enn einum sigri til Piteå.

 

Jóhanna F. Sørensen spældi allan dystin, tá BK Häcken bert megnaði javnleik 1-1 á heimavølli móti Kristianstad. Häcken hevði eina greiða favorittstøðu undan dagsins dysti. Tá eitt korter var leikt legði Kristianstad seg á odda 1-0. Kanadiska Carly Wickenheiser javnaði til 1-1 átta minuttir undan steðginum. Miðskeiðis í fyrra hálvleik brendi Häcken eitt brotskast.

 

Häcken er triðfremst í deildini við 37 stigum fyri 17 dystir. Hammarby er fremst við 39 stigum, og Malmö FF er næstfremst við 38 stigum.

 

Häcken spælir hóskvøldið klokkan 18 fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Champions League. Dysturin verður á Bravida leikvøllinum móti spanska liðnum, Atletico Madrid.