Rói og liðfelagarnir taptu fyri verandi meistarunum

Hallby tapti fyrru áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu ígjár fyrru áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti verandi svensku meistarunum, Ystad.

 

Á einum torførum útivølli tapti Hallby 29-33, so samlaða uppgerðin livir til returdystin í Jönköping komandi leygardag klokkan 14. Hálvleiksstøðan í dag var 16-14 til Ystad. 

 

Rói skoraði eitt mál í fyrru áttandapartsfinaluni. 

 

17. september spælir Hallby fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Tá kemur Skövde á vitjan í Jönköping.