HM: Cristiano Ronaldo skoraði mál nummar 140 fyri Portugal

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins HM-undankappingardystum

Mynd: Ritzau Scanpix

Seks HM-undankappingardystir vóru í kvøld leiktir kring Evropa.

 

Í bólki F legði Portugal við stórsigri 5-0 á útivølli móti Armenia. Cristiano Ronaldo skoraði tvey mál, og hann hevur nú skotið 140 mál fyri portugisiska landsliðið, og samanlagt 941 mál í almennum dystum. Í sama bólki leiktu Írland og Ungarn javnleik 2-2 í Dublin. Ungarn var á odda 2-0 longu tá eitt korter var farið, men tað helt bara til ein javnleik.

 

Týskvøldið verður leikt soleiðis: Ungarn-Portugal og Armenia-Írland. 

 

Bert fýra lið eru í bólki F, og vóru hetta fyrstu dystirnir í bólkinum. 

 

Í bólki H vann Eysturríki ein tepran 1-0 heimasigur á Kýpros. Í sama bólki vann Bosnia Hersogovina stórsigur 6-0 á San Marino í Saravelle.

 

Bosnia Hersogovina er fremst við 12 stigum fyri fýra dystir. Eysturríki er næstfremst við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Rumenia hevur seks stig fyri fýra dystir, og Kýpros hevur trý stig fyri fýra dystir. San Marino hevur einki stig aftaná fimm dystir. 

 

Týskvøldið verður leikt soleiðis: Bosnia Hersogovina-Eysturríki og Kýpros-Rumenia.

 

Í bólki K vann Ongland bert 2-0 á Andorra á Villa Park í Birmingham. Í sama bólki vann Serbia 1-0 á Lettlandi í Riga.

 

Ongland er fremst við 12 stigum fyri fýra dystir. Serbia hevur sjey stig fyri tríggjar dystir, og Albania hevur fimm stig fyri fýra dystir. Lettland er næstaftast við fýra stigum fyri fýra dystir. Andorra hevur einki stig aftaná fimm dystir. 

 

Týskvøldið verður leikt soleiðis: Serbia-Ongland og Albania-Lettland.

 

Armenia-Portugal 0-5 (0-3)

0-1 Joao Felix ('10 )

0-2 Cristiano Ronaldo ('21 )

0-3 Joao Cancelo ('32 )

0-4 Cristiano Ronaldo ('46 )

0-5 Joao Felix ('61 )

 

Írland-Ungarn 2-2 (0-2)

0-1 Barnabas Varga ('2 )

0-2 Roland Sallai ('15 )

1-2 Evan Ferguson ('49 )

2-2 Adam Idah ('93)

 

Eysturríki-Kýpros 1-0 (0-0)

1-0 Marcel Sabitzer, br. ('54 )

 

San Marino-Bosnia Hersogovina 0-6 (0-1)

0-1 Benjamin Tahirovic ('21 )

0-2 Edin Dzeko ('70 )

0-3 Edin Dzeko ('72 )

0-4 Samed Bazdar ('81 )

0-5 Kerim Alajbegovic ('85 )

0-6 Nihad Mujakic ('90 )

 

Ongland-Andorra 2-0 (1-0)

1-0 sjálvmál (´25 )

2-0 Declan Rice ('67 )

 

Lettland-Serbia

0-1 Dusan Vlahovic ('12 )

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix