Eftir eina væleydnaða tónleika framførslu í Pubbini á Tvøroyri í gjár, verða Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni aftur at hoyra í kvøld. Tiltakið byrjar á Seglhúsloftinum á Tvøroyri kl. 23.00 og endar kl. 04.00. Tróndur og Eyðun framførdu í Pubbini á Tvøroyri í gjár, og sigast má, at tónleikaliga var tiltakið sera væl eydna.
Møguleiki verður sostatt fyri at hoyra Eyðun og Tróndur aftur í kvøld, men hesuferð er talan um dans í Seglhúsloftinum á Tvøroyri