Tað er lítið at frætta frá samráðingunum um skipan av nýggjum landsstýri. Tað skilst tó, at samráðingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og onkran av smærru flokkunum ganga væl.
Fyrr í dag frættist, at Fólkaflokkum sat í egnum flokshølum, og at tingmanningin og eykafólk teirra vóru við til samráðingarnar. Her er talan um teir tríggjar: Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy.
Nú skilst, at Sambandsflokkurin ger tað sama sum Fólkaflokkurin hevur gjørt. Teir hava somuleiðis kallað inn nøkur av næstu tingfólkum sínum við til samráðingarnar.
Er talan um trý tey næstu fólkini hjá Sambandsflokkinum er talan um Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard og Jónu Mortensen.