– Tí hevur hann játtað at gera eina eykakonsert, skriva fyrireikararnir, sum fegnast um tað.
Teir siga, at áhugin fyri heimskenda bretanum, sum vann Britain’s Got Talent í 2007, er ovurstórur. Eykakonsertin verður týskvøldið 28. novembur klokkan 21:00, sama kvøld sum fyrra konsertin.
– Tað verður tíverri ikki møguligt við eini triðju konsert, av tí at Potts ferð víðari á sínari konsertferð kring heimin, siga fyrireikararnir.
Paul Potts gjørdist heimskendur fyri 15 árum síðan, tá hann var við í vælumtóktu sendingini Britain’s Got Talent í Bretlandi. Síðani tá, hevur hann rørt hjørtu kring allan heim við síni óvanliga sterku rødd.
Paul Potts úr Wales livir nú dreymin. Tað sigst um hann, at hann øll barndóms- og ungdómsárini varð happaður, og er tað við til at gera søguna um hann enn betur. Hann fann troyst í lokalu kirkjuni, har hann bleiv partur av kirkjukórinum, og sum 16 ára gamal fekk hann áhuga í opera. Í 2007 stillaði hann upp í Britain’s Got Talent og byrjaði ferðin í móti toppinum longu til fyrstu audition, ið er ein hin mest sædda í søguni hjá Youtube.
##med2##