LØGMANSSTEYPIÐ
Eysturoyggin hevur tryggjað sær annað finaluplássið Ólavsøkudag. Samstundis er tað greitt, at møguleikin fyri hundrað ára føðingardegi millum HB og KÍ á Ólavsøku er burtur.
KÍ megnaði ikki at koppa ÍF, sum við 2?1 sigrinum setti enn eina striku undir, at teir ikki ætla sær at vera kanónføði í bestu deildini. Nú skulu fuglfirðingar spæla tvær hálvfinalur ímóti NSÍ. Næstsíðsta sunnudag vann ÍF á heimavølli 4?2 í landskappingardysti ímóti júst NSÍ.
Hóast alt skuldi avgerast í einum dysti, so var tað bara í Fuglafirði, at báðir partar av fullum huga vístu álopsspæl.
Í Gøtu, har NSÍ var mótstøðuliðið hjá GÍ, tóktist tað fyrst og fremst at ráða um ikki at tapa. NSÍ skoraði, tá ið eykatíðin var um at vera liðug. Harvið hevði Gí lagt rygg til fyrsta tapið á árinum, og tað kostaði framhaldandi luttøku í steypakappingini.
Havnin eigur ikki trygd fyri finaluplássið. Lagt varð upp til hálvfinalu millum B36 og HB, men árstalsfelagið kiksaði ímóti VB, sum ikki hevur vunnið steypakappingina síðani 1974. Í 1997 var VB í steypafinaluni ímóti GÍ, men vágbingar taptu 6?0.
HB reisti seg eftir stigamissin í málleysa javnleikin á Mølini.
? Tá ið vit spæla sovornar dystir, ræður tað um at skjóta mál beinanvegin. Um tað eydnast, so kann talan gerast um stórsigrar. Um tað ikki eydnast, so vísir tað seg ofta at vera torført, sigur Rógvi Jacobsen, sum skoraði tvey av HB málunum í 7?1 sigrinum á EB/Streymi.
HB og VB vóru saman í bólkaspælinum. Á Sevmýri vann VB 4-0, og í Gundadali vann HB 7-0!
Fyrru hálvfinalurnar verða annan sunnudag. Sambært skipanina, sum kom út undan vikuskiftinum, skulu seinnu hálvfinalurnar spælast 2. hvítusunnudag. Men hetta er seinni broytt. Orsaka av landsliðsferðini til Sveis, har Føroyar týsdagin 1. juni, sum er 3. hvítusunnudagur, skulu spæla vinardyst ímóti Hollandi. Hvør skal spæla finalu á Ólavsøku verður í staðin avgjørt fyrsta vikuskiftið í juli.
Henrik Larsen, landsliðsvenjari, var í Føroyum um vikuskiftið. Hann sá dystin í Fuglafirði leygardagin og umdystin í Gøtu. Sunnudagin var hann í Gundadali og hugdi at B36 og VB.