Í Eysturríki vórðu 41,2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu tikið.
Eisini í Slovakia varð nýtt hitamet sett. Í bygdini Kamenica nad Hronom vórðu 41,4 hitastig máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið.
Hitabylgjan hevur havt stórar avleiðingar kring Miðevropa. Vandin fyri skógareldum er vaksin, og vatnstøðan í fleiri stórum áum er sera lág.
Lága vatnstøðan í Donau hevur millum annað gjørt, at kjarnorkuverkið Paks í Ungarn hevur verið nær við at minka framleiðsluna, tí áin verður brúkt sum kølivatn.
Í Slovenia er framleiðslan á kjarnorkuverkinum Krsko eisini skerd niður í 80 prosent orsakað av lítlari vatnøgd í ánni Sava.
Sambært veðurfrøðingum er Evropa heimsins skjótast hitnandi meginland, og fleiri lond hava í summar sett nýggj hitamet.











