Føroya Arbeiðarafelag hevur tann 26. apríl 1998 gjøgnum Útvarp Føroya fráboðan limum sínum arbeiðsbann, um arbeiðsgevarin noktar at rinda yvirtíð fyri tíman millum kl. 7 og 8 á morgni, um arbeiðsfólkið á arbeiðsplássunum annars byrjar arbeiði sítt kl. 8, og somuleiðis fyri tíman millum kl. 17 og kl. 18, um arbeiðsfólkið á arbeiðsplássunum er biðið um at møta seinni enn kl. 8.
Her er talan um spurning um tulkan av áseting, ið er komin inn í sáttmálan, sum kom í gildi tann 1. mai 1997.
Feløgini eru her ósamd um tulkan av sáttmálatekstinum, og skulu slíkar ósemjur sambært § 19 í sáttmálanum gerast av avgerðarætti.
Føroya Arbeiðsgevarafelag valdi longu tann 15. mai 1997 sínar limir í ein slíkan gerðarætt, men hevur tað nústaðni - 1 ár seinni - eydnast at fáa Føroya Arbeiðarafelag at velja sínar limir í gerðarættin til avgreiðan av ósemjuni.
Vegna tess at Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at málið í krónum og oyrum fyri tann einstaka arbeiðsgevaran ikki er av einum slíkum týdningi, at tað fyri samfelagið er ráðiligt at tikin verður upp ein størri konflikt á arbeiðsmarknaðinum, meðan gerðarrætturin situr, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag valt at mæla limum sínum til í hesum tíðarskeiði at fylgja tulking Føroya Arbeiðarafelags av sáttmálanum, men tó við staðiligum fyrivarni um at krevja aftur ov nógv útgoldna løn, um tað vísir seg, at gerðarætturin gevur Føroya Arbeiðsgevarafelag viðhald í sáttmálatulking tess.
Tórshavn,
tann 27. apríl 1998
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Vilhelm M. Johannesen, formaður