Fáa nu pengarnar aftur

Tey, sum halda veg vera villleidd av Tórshavnar Býráði og tískil vilja sleppa at lata grundstykkini við Myllutjørn inn aftur, fáa nú pengnarnar aftur

Nógv av teimum húskjunum, sum nakað síðani fingið grundstykki við Myllutjørn, hava følt seg

villeidd av Tórshavnar Býráði, tí tey siga, at grundstykkini blivu væl dýrari enn kommunan hevði

lovað teimum.

Men tað er nú greitt, at tey, sum vilja sleppa at lata grundstykkini inn aftur, fáa nú pengarnar aftur.

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, varð samtykt at gera frávik frá reglunum.

Sostatt fáa tey, sum vilja sleppa av aftur við grundstykkið við Myllutjørn, pengarnar aftur

samstundis sum tey koma aftur á bíðlistan á sama stað, har tey stóðu frammaundan.

Sum reglarnar eru nú, hevði hetta ikki borið til og tey høvdu heldur ikki fingið pengarnar fyri stykkið aftur, fyrrenn annar keypari er funnin.

Men nú fáa fáa tey bæði pengarnar aftur og koma aftur á bíðilista á sama stað sum tey stóðu á áðrenn.

Men hetta er so bara galdandi fyri tey sum longu hava keypt grundstykki.

Við Myllutjørn eru 63 grundstykki og tey flestu boðin út.

Higartil hevur býráðið fingið boð um, at eini 14-15 ætla at lata stykkini inn aftur, tí tey halda seg hava fingið skeiva kunning frá býráðnum.

Kortini vóru tað fleiri býráðslimir, sum ivaðust í hesum, tí tey væntaðu, at tá ið avtornar, fara tey allarflestu at lata stykkini innaftur.

Annars væntar býráðið ikki, at tað verður tórført at sleppa av aftur við stykkin, tí í løtuni standa 1787 umsøkjarar á bíðilistga og við hesi útstykkingini er kommunan komin til nummar 135.