Í síðstu viku skrivaðu veteranarnir Jan Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin undir uppá, at teir skulu spæla við ÍF fram til og við 2022.
Nú boðar felagið frá, at ein av ungu spælarunum hevur skrivað undir uppá, at hann fer at spæla við ÍF fram til og við 2023.
Talan er um 19 ára gamla Pól Jákup Lundsbjerg. ÍF skrivaði soleiðis á heimasíðuni ígjár:
Í dag hevur Pól Jákup Lundsbjerg skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini til og við 2023.
Seinastu tvey árini hevur Pól Jákup verið rættiliga fastur fúsur á ÍF-liðnum. Hann hevur hesa tíðina spælt 32 dystir fyri besta liðið hjá okkum.
Pól Jákup er 19 ár og kann spæla bæði í verjuni og á miðvøllinum. Sum leikari er hann sera ágrýtin og raskur, og hevur ein sera góðan hugburð. Vit vænta okkum nógv av honum í framtíðini.
Higartil í ár hevur Pól Jákup verið nógv darvaður av skaða, men er nú við at gerast heilt klárur aftur, siga tey í ÍF.