Tað er stórur rómur í Fuglafirði. ÍF hevur við 3-1 sigri á NSÍ lagt seg á odda í EFFO deildini, nú tað eru trý umfør eftir. Clayton Soares var enn eina ferð í hopla. Hann skoraði reint hattrikk, áðrenn Pól Jóhannus Justinussen pyntaði um fyri NSÍ.
Nú er tað upp til ÍF at gera av, um tað skal eydnast at vinna FM, sum ikki hevur verið í Fuglafirði síðani 1979 ella í 33 ár! Í trimum teimum síðstu umførunum skal ÍF spæla á útivølli ímóti botnliðunum B68 og FC Suðuroy, áðrenn ÍF í síðsta umfari fær vitjan av HB!
At EB/Streymur misti oddasessin komst av, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig á heimavølli ímóti KÍ. Arnbjørn Hansen legði í fyrsta minutti heimaliðið á odda, og Andy Olsen javnaði fyri KÍ í 2. hálvleiki. Talan var um sera intensiva, ferðmikla og harvið spennandi uppgerð. Í trimum teimum síðstu umførunum skal EB/Streymur spæla á útivølli ímóti Víkingi, á Svangaskarði ímóti B68 og í síðsta umfari á heimavølli ímóti NSÍ.
At ÍF er topplið og EB/Streymur nú er á øðrum plássi kemst av, at málmunurin hjá ÍF er betri, enn hann er tað hjá EB/Streymi. Bæði liðini hava 49 stig. Málmunurin hjá ÍF er +29, og hjá EB/Streymi er hann +20.
KÍ er á veg úr Streymnesi við einum stigi. Úrslitið ber við sær, at KÍ framvegis er á bronsuplássinum, og at frástøðan aftur til Víking, sum var partur av 2-2 á útivølli ímóti TB, er eitt stig. HB vann 4-0 í Gundadali ímóti B68, og harvið tók HB seg nærri bronusplássinum, sum nú er fýra stig burtur.
FC Suðuroy flutti niður í gjár, tá ið úrslitið í Gundadali var 3-1 til B36. Kappingin um at sleppa undan niðurflytingini stendur millum TB og B68, og í tí kappingini styrkti TB í dag um sína støðu. TB megnaði 2-2 á heimavølli ímóti Víkingi, meðan B68 legði rygg til 4-0 tap.
Í trimum teimum síðstu umførunum er skráin hjá TB NSÍ (ú), HB (ú) og so rimmar finalan við Stórá ímóti B68. Áðrenn B68 skal til Suðuroyar er skráin ÍF á heimavølli og EB/Streymur á heimavølli.
Sunnudagin 16. september
EB/Streymur-KÍ 1-1 (1-0)
1-0: Arnbjørn Hansen 1.
1-1: Andy Olsen 57.
Dómari: Lars Múller
EB/Streymur: René Torgarð - Levi Hanssen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jonhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Sorin Anghel - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Andy Olsen, Hjalgrím Elttør, John Hammer, Ísak Simonsen - Páll Klettskarð, Bárður Johnson Heinesen
ÍF-NSÍ 3-1 (0-0)
1-0: Clayton Soares 52.
2-0: Clayton Soares 67.
3-0: Clayton Soares 71.
3-1: Pól Jóhannus Justinussen 81.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Høgni Madsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Nenad Stankovic - Clayton Soares
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Andrias á Líknagøtu
TB-Víkingur 2-2 (2-2)
1-0: Gilli Sørensen 8.
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 23.
1-2: sjálvmál 37.
2-2: Gilli Sørensen 38.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Ivan Stojkovic - Eirikur Magnusarson, Martin Tausen, Óli Johannesen, Hanus Mortensen - Dan Mortensen, Rógvi Joensen, Nenad Stankovic, Ragnar Tausen - Gilli Sørensen, Dmitrije Jankovic
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Niclas Niclassen, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar - Hjartvard Hansen, Filip Djordjevic
HB-B68 4-0 (0-0)
1-0: Rógvi Poulsen 52.
2-0: Kristin R. Mouritsen 58.
3-0: Christian R. Mouritsen 66.
4-0: Kristin R. Mouritsen 68.
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Símun Rógvi Hansen - Tróndur Jensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen, Símun E. Samuelsen - Rókur av Fløtum Jespersen, Kristin R. Mouritsen
B68: Hans Jørgensen - Dánjal P. Højgaard, Jóhan D. Højgaard, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen - Remi Langgaard, Ndende Adama Gueyé, Andre Olsen, Haraldur Højgaard - Christian H. Jacobsen, Óli Olsen
Leygardagin 15. september
B36-FC Suðuroy 3-1 (1-1)
1-0: Jákup á Borg 24.
1-1: John Tordar Poulsen 32.
2-1: Karl Martin Danielsen 81.
3-1: Lukasz Cieslewicz 86.
Dómari: Kai Erik Sten, Noreg
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy (Patrick Larsen, 68.), Jonas Flindt Rasmussen, Bárður Olsen, Símun Joensen - Heini í Skorini (Rasmus Dan Sørensen 13./Karl Martin Danielsen 68.), Róaldur Jacobsen, Atli Danielsen, Gunnar Zachariasen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: eingin
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Jón Áki Jacobsen - Høgni Midjord (Suni úr Hørg, 90.), Palli Augustinussen, Ingi Poulsen (Teitur Tausen, 86.), Poul N. Poulsen, Dan Djurhuus - John Tordar Poulsen (Reidar Dahl Joensen, 89.)
Gult kort: Dan Djurhuus
Støðan eftir 24 umfør
ÍF 49
EB/Streymur 49
KÍ 42
Víkingur 41
HB 38
B36 33
NSÍ 30
TB 21
B68 20
FC Suðuroy 9
25. umfar
Sunnudagin 23. september klokkan 15:
FC Suðuroy-HB
NSÍ-TB
KÍ-B36
B68-ÍF
Víkingur-EB/Streymur
-----------------------------------------------------------------------------------------------------
LIÐUGT!
1-1
Síðstu fýra minuttirnar hava verið fleiri spentar støður frammanfyri bæði málini, men einki spurdist burturúr. Eitt stig í part í Streymnesi, og harvið er ÍF nýtt topplið!
4 minuttir lagdir aftrat!
90 Egil á Bø er fremsti maður hjá EB/Streymi, og eftir deyðbóltar hava spentar støður verið í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevur Arnbjørn Hansen havt góða roynd, sum varð bjargað til horna.
85 Intensiteturin og erðin eru framvegis øgilig, og tað eru spentar støður frammanfyri bæði málini. KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarð er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Johan Jacobsen.
Andras Gango hevur júst bjargað rimmar skoti frá Levi Hanssen.
80 Tað er ógvuliga undirhaldandi við Margáir. Nú er Gert Hansen komin inn á høgra vongverja, og Sorin Anghel er farin skaddur av vøllinum. Hjá KÍ er Heðin Klakstein komin inn á miðvøllin.
70 EB/Streymur roynir at flyta fólkið longri fram og leggja trýst á. Eitt stig er ikki nóg mikið, nú ÍF er á odda í Fuglafirði. Klaksvíkingar vísa sera góðan hugburð í verjupartinum.
Kristoffur Jakobsen er komin inn á KÍ viðvøllin í staðin fyri John Hammer, sum er farin skaddur av vøllinum.
65 Tað oysregnar, og undirhaldið er øgiligt. KÍ hevur júst havt bóltin á stólpanum. Tað var Andy Olsen, sum royndi seg. Í næsta álopinum var um reppið, at Arnbjørn Hansen skoraði í hinum endanum!
Tað er sera hendingarríkt við Margáir!
Pauli G. Hansen er komin inn á miðvøllin hjá EB/Streymi
60 MÁAAL
1-1: Andy Olsen 56.
Klaksvíkingar hava fingið úrtøku burtur úr yvirvágini fyrstu løtuna eftir steðgin. Páll A. Klettskarð var leysur, men René Tórgarð hálvbjargaði. Andy Olsen var fyrstur á returbóltinum.
50 Klaksvíkingar hava lagt bragdliga fyri, og tað sær út til, at tað skal myndast soleiðis, at KÍ leypur á, og at EB/Streymur dyrgir eftir skjótum mótálopum.
EB/STREYMUR - KÍ 1-0
1-0: Arnbjørn Hansen, 1.
EB/Streymur: René Torgarð - Levi Hanssen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jonhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Sorin Anghel - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Andy Olsen, Hjalgrím Elttør, John Hammer, Ísak Simonsen - Páll Klettskarð, Bárður Johnson Heinesen
46 Hálvleikur. EB/Streymur er á odda við Margáir. Tað var beinanvegin, at Arnbjørn Hansen sendi kúluna framvið Andras Gango, sum verjir málið hjá KÍ. Heimaliðið hevur verið við yvirlutan stórar løtur av fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar hava eisini bitið frá sær í ávísum førum. Tað hevur verið lívligt í Streymnesi higartil.
33 Tað er lívligt við Margáir. Gestirnir úr Klaksvík smæðast ikki burtur. Andy Olsen hevði eina góða roynd nú, men bólturin fór framvið. Hjalgrím Elttør er sprækin úti í borðinum, og Páll Klettskarð tykist vera væl fyri.
23 Klaksvíkingar komu fyri seg eina løtu, og Páll Klettskarð søkti eisini at málinum hjá EB/Streymi. Trýstið er hæsað av nú, og sundalagsmenn eru aftur við yvirlutan.
7 EB/Streymur hevur verið greitt við yvirlutan fyrstu løtuna. Leif Niclasen tykist væl upplagdur. Hann fekk bóltin úti í borðinum, rann við bóltinum eina løtu og smekkaði til, men framvið málinum hjá Gango.
5 Um reppið, at Arnbjørn Hansen økti um leiðsluna! Hans Pauli Samuelsen fór til stroks úti í borðinum, sendi bóltin fyri føturnar á framherjanum, sum sendi kúluna framvið málinum.
1MÁÁÁÁL!! 1-0! Arnbjørn Hansen hevur í fyrsta minuttinum skotið sundalagsmenn á sigurskós. Framherjin var í góðari skotstøðu, tá hann royndi seg.
1 Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: Tølini siga, at tað ikki so sjáldan hevur verið torført hjá heimaliðnum við Margáir at vinna fulla úrtøku. Fimm ferðir fyrr í ár hevur tað verið javnt. Fyrsta ferðin var longu í fyrsta umfari, tá ið KÍ megnaði 1-1 í Streymnesi. Í dag vitja klaksvíkingar aftur við Margáir.
Allir EB/Streyma spælararnir eru tøkir ídag. Mikukvøldið sótu bæði Pauli G. Hansen og Egil á Bø á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá ið EB/Streymur vann tryggan sigur í Gundadali ímóti B36. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, men nú eru teir væl fyri. Báðir høvdu teir ivaleyst pyntað byrjunaruppstillingina í øllum feløgunum. Ímóti B36 valdi Heðin Askham at skifta yngri spælarar inn, tá ið tað var greitt, at sigurin á B36 var á veg norður í Sundalagið.
KÍ stríðist fyri bronsuplássinum og harvið rættinum at luttaka í Europa Cup. Ímóti TB á heimavølli var avrikið ikki serliga sannførandi. Ivan Joensen, sum fleiri ferðir frammanundan hevði verið sannførandi sentralur miðvallari, var hesa ferð í høgra borði. Tá ið tað restaði eitt korter, sá hann beinleiðis reytt kort, og tí verður hann leikbannaður næstu ferðirnar.
Allir hinir KÍ spælararnir eru tøkir.
-----------------------------------------------------------------------------------------------------
LIÐUGT
4-0
70: MÁÁÁL
4-0: Kristin R. Mouritsen
Talan er um skrædl í Gundadali. Enn eina ferð var tað annar av Mouritsen brøðrunum, sum skoraði. Tað er sera lítið veiggj í toftamonnum.
67: MÁÁÁL
3-0: Christian R. Mouritsen hevur lagt HB framum 3-0.
60 MÁAAL
2-0: Kristin R. Mouritsen
Eftir horna og út frá smekkaði Kristin til av brotsteigarmarkinum, og umvegis stólpan fór bólturin í málið.
55 1-0:
HB hevur fingið mál burtur úr yvirvágini. Eftir gott uppspæl í høgru og innfyri setti í málið.
HB B68 0-0
46 Hálvleikur í Gundadali. HB hevur verið greitt omaná fyrstu 45 minuttirnar, men enn hevur tað ikki eydnast teimum reyðu og svørtu at lagt seg á odda, hóast fleiri møguleikar hava verið. Toftamenn, sum stríðast fyri lívinum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, hava ikki gjørt stórvegis vart við seg higartil - hóast gestirnir komu til størsta møguleikan eftir tilvildarligt spæl.
42 B68 hevur nú havt størsta kjansin í dystinum higartil! Eftir trunkaspæl í brotsteiginum kom ein toftamaður at standa væl fyri, men hann sendi framvið málinum.
39 Símun Samuelsen var nær við. Landsliðsspælarin var einsamallur við Hans Jørgensen, men hann misnýtti.
31 HB er enn betra liðið í Gundadali. Kristin Mouritsen var nær við fyri løtu síðan, tá hann royndi seg við langskot, men bólturin brast í tvørtræið. B68 tykist enn ikki hava fingið fótin fyri seg, og toftamenn verja seg sum frægast.
6 HB hevur lagt nógv fyri í Gundadali fyrstu løtuna. Heimaliðið er á bóltinum at kalla allatíð, og toftamenn royna bara at verja seg sum frægast.
1 Rókur av Fløtum Jespersen var nær við eftir bara 10 sekund! Miðvallarin kom at standa púra einsamallur við málverjan beinanvegin, men hann misnýtti upplagda møguleikan.
1 Dysturin er byrjaður!
HB-B68
HB: Símun Rógvi Hansen - Tróndur Jensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen, Símun E. Samuelsen, - Rókur av Fløtum Jespersen, Kristin R. Mouritsen
B68: Hans Jørgensen - Dánjal P. Højgaard, Jóhan D. Højgaard, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen - Remi Langgaard, Ndende Adama Gueyé, Andre Olsen, Haraldur Højgaard - Christian H. Jacobsen, Óli Olsen
Undan dystinum: B68 er á niðurflytingarplássi, tá ið fyrsta bríkslið verður í Gundadali seinnapartin. Tað boðar frá, at úrtøkan higartil als ikki hevur verið tann, sum tað á Toftum undan kappingarbyrjan varð vónað, at hon skuldi verða.
Hósdagin var venjarin sagdur úr starvi - eftir 2-1 tapið í Vági mikukvøldið - og fríggjadagin varð alment, at Bill Jacobsen skal hava ábyrgdina restina av hesum árinum.
-Sum gongdin hevur verið higartil í ár, so verða vit nøgdir, um vit megna eitt stig í Gundadali ímóti HB, sigur Bill Jacobsen, sum hevur Øssur Hansen á beinkinum saman við sær.
2-0 tapið í Runavík mikukvøldið bar við sær, at HB misti eitt stig í kappingini um bronsukrónurnar og harvið altjóða luttøku. Tað eru nú seks stig av fimta plássi og fram til bronsuna. HB kappast við KÍ og Víking um bronsukrónurnar. Báðir kappingarneytarnir eiga torførar avbjóðingar á útivølli ídag, og tí er møguleiki fyri, at HB við sigri í dag kann taka seg nærri europeisku atgongumerkjunum.
Í fyrsta umfari vann HB stóran heimasigur 4-0 á B68. Allir teir, sum mikukvøldið vóru við HB í Runavík, eru tøkir aftur sunnudagin.
B68 hevur alt kappingarárið verið illa skaðaplágað. Mikukvøldið vóru Ukpai og Jann Ingi Petersen millum teir fyrstu ellivu, og Camara kom á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Ukpai og Camara hava als ikki spælt í ár, og Jann Ingi hevur ikki spælt so nógv. Í dag verður Jann Ingi Petersen ikki á B68 liðnum. Hann varð vístur av vøllinum í Vági, og tískil er hann leikbannaður ímóti HB.
Niklas Joensen, Keita og Kristian Anton Andreassen eru skaddir. Knæskaðin hjá Kristian Anton er so mikið álvarsligur, at hann ikki verður førur fyri at spæla meiri í ár.
-----------------------------------------------------------------------------------------------------
LIÐUGT!
3-1
90 MÁÁÁL
3-1: Pól Jóhannus Justinussen 87.
Eftir frísparksframlegging úr vinstru hevur Pól Jóhannus Justinussen, sum síðstu løtuna hevur veri´ð í álopinum, við høvdinum sent bóltin í ÍF málið.
75 MÁÁÁÁL
3-0: Clayton Soares
Fyri triðju ferð í dag hevur Clayton Soares skorað í Fuglafirði. Enn eina ferð var tað Dánjal á Lakjuni, sum legði innfyri úr høgru, og enn eina ferð var tað við høvdinum, at toppskjúttin setti bóltin í málið! Í løtuni er ÍF oddalið í Effodeildini!!
70 MÀÁÁÁL
2-0 Clayton Soares
ÍF er á sigurskós. Nú er støðan 2-0, og enn eina ferð var tað Clayton Soares, sum skoraði. Eftir framlegging frá Høgna Madsen, stýrdi toppskjúttin við høvdinum bóltin upp um NSÍ málverjan.
MÀAAL
1-0: Clayton Soares
ÍF hevur skorað. Dánjal á Lakjuni legði innfyri úr høgru, og toppskjúttin var tryggur fyri málinum
Lítla løtu seinni tiltuskaði NSÍ sær brotsspark, men Klæmint A. Olsen setti bóltin við síðuna av málinum.
ÍF - NSÍ 0-0
46 Hálvleikur. ÍF hevur verið við yvirlutan seinastu løtuna. Dánjal á Lakjuni hevði upplagdan møguleika nú, tá Asmussen spældi hann frían. Dánjal á Lakjuni misnýtti, tá hann var einsamallur við Kristian Joensen.
30 Tað hendir ikki tað stóra í Fuglafirði. NSÍ hevur havt lítla yvirvág, men ikki nakað, sum hevur borið kjansir við sær.
12 Enn er einki mál komið í Fuglafirði.
1 Dysturin er byrjaður!
ÍF-NSÍ
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Høgni Madsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Nenad Stankovic - Clayton Soares
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Andrias á Líknagøtu
Undan dystinum: Mikukvøldið vístu fuglfirðingar, at teir eiga at verða tiknir í ramasta álvara í oddastríðnum. Fyri aðru ferð í ár megnaðu teir at taka seg úr grannauppgerðini í Sarpugerði við trý mála sigri. Tað sigur ikki so lítið.
Sjálvsálitið og eldhugin at vinna lýstu av rasku monnunum. Ikki minst var tað ein fragd at síggja, hvussu stinnur og sannførandi sentrali verjuparturin var. Veteranarnir Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen, sum er einasti ÍF spælarin, ið hevur verið á liðnum allar minuttirnar higartil í landskappingini, settu ikki ein fót skeivan.
Bogi Løkin er langtíðarskaddur, men annars hevur Flemming Christensen allar hinar tøkar undan NSÍ vitjanini. Eisini vinstra vongverjan Jan Ó. Ellingsgaard, sum er farin av landinum í útbúgvingarørindum. Hann ferðast heim í vikuskiftunum at hjálpa sínum bygdarmonnum.
Tíggju stig í fimm teimum seinastu umførunum hava við sær, at NSÍ er sloppið undan hóttanini av niðurflyting. Fyrr í ár hevur NSÍ lagt rygg til 2-1 tap ímóti ÍF bæði í Fuglafirði og við Løkin.
Allir teir, sum mikukvøldið vóru við til at vinna 2-0 heimasigur ímóti HB, eru tøkir hjá Kára Reynheim. Hjá Kára og NSÍ er setningurin at vinna sætta plássið. Mikukvøldið lyfti NSÍ seg upp á síðuna á B36, sum orsaka av betri málmuni varðveitti plássið. Við heimasigri á FC Suðuroy í gjárkvøldið fór B36 frá aftur NSÍ - fyribils í hvussu so er.
-----------------------------------------------------------------------------------------------------
LIÐUGT!
2-2
Síðstu løtuna hava verið spentar støður frammanfyri bæði málini, men einki mál varð skorað í 2. hálvleiki, og harvið fingu liðini eitt stig í part.
80 Víkingur hevur tað mesta av 2. hálvleiki havt støðugt trýst á TB verjuni, men tað hevur ikki eydnast at skora. TB dúvar upp á mótálop.
TB - VÍKINGUR 1-1
1-0: Gilli Sørensen, 8.
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu, 20.
1-2: Hjartvard Hansen, 36.
2-2: Gilli Sørensen, 38.
46 Hálvleikur í Trongisvági. Nógvir møguleikar, nógvir nærdystir og fýra mál hava sett sín dám á fyrra umfarið. Gott undirhald!
38MÁÁÁLL!! 2-2! TB hevur svarað aftur! Aftur hesaferð var tað Gilli Sørensen, sum setti ferð á og smekkaði til!
36MÁÁÁLL!! 1-2! Hjartvard Hansen hevur lagt Víking á odda. Tað var aftur eftir gott uppspæl, at Víkingur skoraði.
20MÁÁÁLL!! 1-1! Kaj Leo í Bartalsstovu hevur javnað. Tað var eftir gott uppspæl, at bólturin kom innfyri úr høgru. Kaj Leo í Bartalsstovu var ótrýstur við handaru stong, tá stýrdi kúluni í netið.
8MÁÁÁLL!! 1-0! Gilli Sørensen setti ferð á við bóltinum. Skamt frá brotsteigarmarkinum kom hann í skotstøðu, og framherjin smekkaði bóltin í netið!
1 Dysturin er byrjaður!
Undan dystinum: Tað royndist væl hjá TB mikukvøldið. 1-1 í Klaksvík bar við sær, at liðið lyfti seg upp um strikuna, tí B68 snávaði í Vági. Vónbrotnu toftamenninir stóðu og bíðaðu eftir at sleppa umborð á Smyril á Krambaganga, tá ið væl nøgdu TB spælararnir komu í land.
TB avrikið í Klaksvík bar boð um, at teir á Tvøroyri avgjørt ikki hava givið skarvin yvir. Dmitrije Jankovic var fremsti maður. Hann arbeiddi sum ein hestur og var orsøk til støðugt órógv í KÍ verjuni.
Allir teir, sum vóru í Klaksvík mikukvøldið, eru tøkir, tá ið YB seinnapartin fær vitjan av Víkingi.
Setningurin hjá Víkinga venjaranum Jógvani Martin Olsen er at halda sínum til í stríðnum at vinna bronsukrónurnar. Rætturin at spæla í altjóða kappingunum næsta summar varð tryggjaður í steypafinaluni. Síðani hevur Víkingur tapt bæði ímóti NSÍ og ÍF, og í dag fæst at síggja, um teir ljósabláu fara at megna at reisa seg ímóti tvøramonnum, sum rættuliga trúgva upp á, at tað skal bera til at varðveita plássið í Effo deildini.
Allir teir, sum vóru við ímóti ÍF, eru tøkir. Sølvi Vatnhamar kom ikki heim úr Danmark mikukvøldið. Tá ið TB í fyrsta umfari hevði vitjan av Víkingi, fóru gestirnir til hús aftur við 2-0 sigri.