ÍF er á odda saman við B36 og Víkingi

Dagsins úrslit boða frá, at mynstrið, sum hevur tikið seg upp í fyrstu umførunum, heldur fram.

Hóast Víkingur ikki megnaðu fulla úrtøku í Gundadali ímóti HB, so er Víkingur eftir 1-1 framvegis oddalið.

Nú er felagsliðið í toppinum saman við meistarunum í B36 og ÍF.

Árstalsfelagið vann tryggan 4-1 sigur á Vágseiði ímóti TB, og eisini ÍF vann tryggan sigur ímóti KÍ, sum er á veg til hús við 2-0 tapi eftir avrik við sera lítlum broddi í álopspartinum.

EB/Streymur hevði leingi ilt við at fáa bilbukt við FC Suðuroy, sum í 2. hálvleiki var rættuliga væl við, men fram ímóti dystarenda tryggjaði heimaliðið við Margáir sær 3-0 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at EB/Streymur vann fulla úrtøku.

Tað hevur gingið illa hjá B68, og eftir 1. hálvleik var støðan ikki góð ímóti NSÍ, sum eina løtu var frammanfyri 2-0. Toftamenn svaraðu aftur og vunnu 3-2. NSÍ legan iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna eitt stig. Í yvirtíðini misnýtti Sjúrður Jacobsen brotsspark!

Uppflytararnir úr Suðuroy - FC Suðuroy og TB - eru á niðurflytingarplássunum, og klaksvíkingar eru ikki væl fyri.

 

TB-B36 1-4 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz 42.

0-2: Súni Olsen 51.

1-2: Bojan Timic br 61.

1-3: Lukasz Cieslewicz 65.

1-4: Jákup á Borg 78.

Dómari: Dagfinn Forná

TB: Ivan Stojkovic - Tórur Mortensen, Dmitrije Jankovic, Hanus Mortensen, Martin Tausen - Dan Mortensen (Aron Sørensen, 69.), Gilli Sørensen (Patrik Johannesen, 85.), Poul Ingason, Rógvi Joensen, Bárður A. Dimon - Bojan Timic (Ragnar Tausen, 78.)

Gult kort: Dan Mortensen, Bárður A. Dimon

B36: Meinhardt Joensen - Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Símun Joensen - Símun Hansen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Hørður Askham, 84.), Róaldur Jacobsen - Rasmus Dan Sørensen, Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Jonas Flindt Rasmussen, Rasmus Dan Sørensen

 

HB-Víkingur 1-1 (1-0)

1-0: Christian R. Mouritsen br 29.

1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 72.

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Gestur Teitson - Tróndur Jensen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos (Eli Falkvard Nielsen, 81.) - Høgni Midjord (Jógvan Andrias Nolsøe, 46.), Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (Kristin R. Mouritsen, 81.)

Gult kort: Andrew av Fløtum, Vagnur Mohr Mortensen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus (Hjartvard Hansen, 43.), Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist (Joseph Bassene, 21.)

Gult kort: Atli Gregersen, Evrard Blé, Bárður Hansen, Hjartvard Hansen

 

EB/Streymur-FC Suðuroy 3-0 (1-0)

1-0: Egil á Bø 7.

2-0: Sorin Anghel 84.

3-0: Hans Pauli Samuelsen 89.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Jónhard Frederiksberg - Arnar Dam (Leif Niclasen, 66.), Niels Pauli Danielsen, Pauli G. Hansen (Brian Olsen, 87.), Egil á Bø, Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen (Árni G. Olsen, 89.)

Gult kort: Egil á Bø, Sorin Anghel

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Sasa Kolman (Brandur Suðuroy, 51.), Karl í Lágabø - Palli Augustinussen (John T. Poulsen, 71.), Poul N. Poulsen (Heri Kjærbo, 83.), David Asare, Jón Áki Jacobsen, Ingi Poulsen - Jón K. Poulsen

Gult kort: Poul N. Poulsen, Suni úr Hørg,

 

B68-NSÍ 3-2 (1-2)

0-1: Klæmint A. Olsen 13.

0-2: Klæmint A. Olsen 36.

1-2: Ndende Adama Guéye 45.

2-2: Jann Ingi Petersen br 56.

3-2: Jústinus R. Hansen 77.

Dómari: Petur Reinert

B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar Tróndargjógv - Kristian Anton Andreasen (Bjarki Johannesen, 46.), Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard (Henning G. Joensen, 85.) - André Olsen (Oddur Á. Højgaard, 46.), Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Jann Ingi Petersen, Christian Høgni Jacobsen

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen (Rógvi Højgaard, 73.), Jens Joensen (Pál Mohr Joensen, 65.), Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen - Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg - Magnus Olsen, Klæmint A. Olsen (Óli Arge, 75.)

Gult kort: Helgi L. Petersen, Árni Frederiksberg, Magnus Olsen

 

ÍF-KÍ 2-0 (2-0)

1-0: Frank Poulsen 12.

2-0: Jan Ó. Ellingsgaard 45.

Dómari: Rói Jacobsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Høgni Madsen, 67.), Karl Løkin, Frank Poulsen, Jesper Asmussen, Nenad Saric (Jákup Johansen, 77.) - Simon Skibsted (Clayton Soares, 84.)

Gult kort: Simon Skibsted

KÍ: Andras Gango - Gunnar Christiansen (Johan Jacobsen, 56.), Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni (Ísak Simonsen, 14.) - Philip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Andy Olsen - Philip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Andy Olsen - Kristoffur Jakobsen, Páll A. Klettskarð (Bárður J. Heinesen, 60.)

Gult kort: Jógvan Isaksen, Henry Heinesen

 

Støðan eftir 4 umfør

B36, Víkingur og ÍF 10 stig

HB 8 stig

EB/Streymur 5 stig

NSÍ 4 stig

B68 3 stig

KÍ 2 stig

FC Suðuroy og TB 1 stig

 

5. umfar

Leygardagin 21. apríl

NSÍ-HB

KÍ-TB

B36-EB/Streymur

ÍF-Víkingur

FC Suðuroy-B68

 

---

 

 

Liðugt!

90 min.

1-1

Talan er ikki um stórvegis av skipaðum spæli. Tað er framvegis spenningur í!

 

75 min.

1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 72.

So hevur tað givið úrslit hjá Víkingi, at tað vað lagt nógv fyri í framrættaða partinum. Eftir innkast og samanspæl í høgru legði Bárður Hansen innfyri. Mitt fyri málinum vóru heimamenninir tamir áskoðarar. Teitur Gestson hálvbjargaði fyrstu royndini, men hann var sakarleysur, tá ið bólturin datt fyri føturnar á Kaj Leo í Bartalsstovu, sum skoraði triðja landskappingardystin á rað.

Víkingur trýstir fyri at fáa sigursmálið!

 

65 min.

1-0

Víkingur roynir at spenna álopsbogan, og tað ber við sær, at tað eru spentar støður í báðum endum. Tað er synd at siga, at talan hevur verið um skipað spæl.

Jógvan Skeel Nolsøe hjá heimaliðnum og Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi hava havt góðar møguleikar.

Kristin R. Mouritsen hevur loyst Andrew av Fløtum av í HB álopinum.

 

60 min.

1-0

Tað mesta gongur fyri seg á miðjum vølli, og talan er ikki um málmøguleikar.

 

55 min.

1-0

HB hevði bóltin í málinum aftanfyri Geza Turi, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.

Fyrstu løtuna í 2. hálvleiki hevur gula kortið verið tríggjar ferðir á lofti, og í 1. hálvleiki var tað tríggjar ferðir á lofti. Í øllum førum undan steðginum var tað fyri at mótmæla, meðan Rógvi Holm og Fróði Benjaminsen hjá HB og Evrard Blé hjá Víkingi hava sæð gult fyri brot á reglurnar.

 

 

Hálvleikur

45 min.

1-0

Lítla løtu undan steðginum hevði HB risa møguleika at økja um leiðsluna, men Høgni Midjord var júst ov stuttur at stýra bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru.

Hjá Víkingi er tað sjálvsagt komið illa við, at tað longu nú hevur verið neyðugt at gera tvær skiftingar. Báðar orsaka av vøddaskaðum.

 

40 min.

1-0

Víkingar hava aftur verið noyddir at skifta út. Hans Jørgen Djurhuus er vøddaskaddur, og í hansara stað er komin Hjartvardur Hansen.

Tað hava verið spentar støður í báðum endum.

 

30 min.

1-0: Christian R. Mouritsen br 28.

HB hevur umsett brotsspark til mál. Teir flestu stóðu sum kánus, tá ið dómarin bríkslaði og vísti á ellivu metra blettin eftir nærdyst millum Evrard Blé og Hallur Hansson á baklinjuni.

Víkingur royndi beinanvegin at svara aftur, men Joseph Bassene misnýtti stóra møguleikan.

 

25 min.

0-0

Tað er lívligt í Gundadali, og tað hava verið spentar støður frammanfyri bæði málini. Í løtuni er Víkingur leikliga omaná.

Lasse Qvist hjá Víkingi er júst farin av vøllinum. Í hansara stað er komin Joseph Bassene. Tað tykist sum um, at Lasse er eitt sindur skaðaplágaður.

 

10 min.

0-0

Víkingur hevur verið framvið fleiri ferðir. Fyrsta HB møguleikan fekk Andrew av Fløtum eftir gott uppspæl, men Geza Turi stórbjargaði.

 

5 min.

0-0

Higartil hevur tað ikki eydnast Lasse Qvists hjá Víkingi at skora mál. Nú var hann tætt við, men Teitur Gestson bjargaði, tá ið Lasse Qvist royndi seg úr høgru.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru ógvuliga góð í Gundadali.

 

HB-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Gestur Teitson - Tróndur Jensen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Høgni Midjord, Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist

 

----

 

Liðugt!

90 min.

3-0: Hans Pauli Samuelsen

Við fínum langskoti staðfesti vongspælarin í vinstru heimasigurin. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at EB/Streymur hevur vunnið fulla úrtøku. FC Suðuroy var væl við stóran part av 2. hálvleiki, men gestirnir funnu ikki vegin til meskarnar og fram ímóti dystarenda skoraði EB/Streymur tvær ferðir.

 

85 min.

2-0: Sorin Anghel 85.

Alt bendir á, at talan verður um heimasigur í Streymnesi. Eftir fínt gjøgnumbrot legði Hans Pauli Samuelsen innfyri til Sorin Anghel, sum setti bóltin í málið.

 

60 min.

1-0

Tað gongur javnt á, og harvið er tað framvegis spenningur í.

 

Hálvleikur

45 min.

1-0

Síðstu løtuna undan steðginum ernaðust gestirnir eitt sindur, uttan at tað eydnaðist teimum at spæla seg til málmøguleikar.

 

35 min.

1-0

Hóast teir ikki enn hava økt um leiðsluna, so er einki at tosa um, at tað er heimaliðið, sum rættuliga hevur tak á spælinum.

 

10 min.

1-0: Egil á Bø 10

Heimaliðið hevur lagt bragdliga fyri, og heimamenninir hava longu fingið úrtøku. Egil á Bø skoraði eftir langt innkast frá Gert Langgaard.

 

EB/Streymur-FC Suðuroy kl. 15.00

Dómari:

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Jónhard Frederiksberg - Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen, Pauli G. Hansen, Egil á Bø, Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Sasa Kolman, Karl í Lágabø - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, David Asare, Jón Áki Jacobsen, Ingi Poulsen - Jón K. Poulsen

 

-----

 

Liðugt

90 min.

2-0

KÍ hevði ongan brodd, og ÍF var leikliga omaná.

 

60 min.

2-0

Tað hevur gingið javnt fyri seg fyrsta korterið eftir steðgin.

 

45 min.

2-0: Jan Ó. Ellingsgaard 43.

Heimaliðið hevur væl størri brodd í álopsspælinum, og stutt undan steðginum bar tað mál við sær. Vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard stýrdi eftir horna bóltin í málið. Mótbrekkan hjá klaksvíkingum tykist ógvuliga brøtt.

 

35 min.

1-0

Tað gongur javnt á í Fuglafirði, og hóast tað ikki hava verið upplagdar støður at skjóta mál, so hava klaksvíkingar verið framvið í sambandi við deyðbóltsstøður. Men í brotsteiginum skala klaksvíkingar ikki Bartali Eliasen.

 

15 min.

1-0: Frank Poulsen 12.

Fuglfirðingar hava lagt seg á odda. Eftir fínt uppspæl frá Nenad Saric var Frank Poulsen leysur í brotsteiginum, og hann setti bóltin framvið Andras Gango.

 

ÍF-KÍ kl. 15.00

Dómari: Rói Jacobsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Frank Poulsen, Jesper Asmussen, Nenad Saric - Simon Skibsted

KÍ: Andras Gango - Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Philip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Andy Olsen - Kristoffur Jakobsen, Páll A. Klettskarð

 

---

 

Liðugt 90 min.

3-2

Toftamenn hava vunnið síni fyrstu stig í ár. NSÍ hevði møguleikan at javna við brotssparki, men Hans Jørgensen bjargaði royndini úr ellivu metrum frá veteraninum Sjúrða Jacobsen.

 

 

80 min.

3-2: Jústinus R. Hansen 77.

Fyrrverandi NSÍ miðvallarin Jústinus R. Hansen hevur lagt B68 framum ímóti NSÍ. Liðformaðurin Jann Ingi Petersen sneiddi seg leysan og legði út frá til Jústinus, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen.

Stórur fagnaður í reyða leguni, men málskjúttin vísti ikki nakað ovfarakæti!

 

75 min.

2-2

Tað eru toftamenn, sum stríðast fyri at fáa sigursmálið, meðan NSI meiri dúvar upp á langar sendingar fram til sera vandamikla Klæmint A. Olsen.

 

60 min.

2-2: Jann Ingi Petersen br

Toftamenn eru rættuliga komnir fyri seg og leggja meiri fyri í álopspartinum. Liðformaðurin Jann Ingi Petersen hevur umsett brotsspark til mál. Dómarin peikaði á blettin, eftir at væl upplagdi Remi Langgaard varð feldur í gjøgnumbroti.

 

Hálvleikur

45 min.

2-1: Ndende

B68 hevur svarað aftur, og eftir deyðbóltsstøðu og nakrar ferðir aftur og fram var tað miðverjin Ndende, sum setti bóltin í NSÍ málið, og harvið er spenningur komin í aftur.

 

35 min.

0-2: Klæmint A. Olsen 34.

NSÍ hevur økt um leiðsluna, og aftur hesa ferð var Klæmint A. Olsen, sum skoraði. Eftir B68 miss í uppspælinum, varð bólturin spældur fram í vinstru, Klæmint A. Olsen fekk tak á eftir innlegg, hann snaraði tvær ferðir kring seg sjálvan og setti bóltin í málið!

 

15 min.

0-1: Klæmint A. Olsen 15.

 

NSÍ hevur lagt seg á odda á Svangaskarði. Árni Frederiksberg legði innfyri úr høgru, og enn eina ferð vísti Klæmint A. Olsen, hvussu stórt máltev hann hevur. Hann var á rætta staðnum í røttu løtuni og stýrdi bóltin framvið Hans Jørgensen og í B68 málið!

 

B68-NSÍ kl. 15.00

B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar Tróndargjógv - Kristian Anton Andreasen, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard - André Olsen, Christian Høgni Jacobsen

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen - Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg - Magnus Olsen, Klæmint A. Olsen

 

---

Liðugt

90 min

1-4

 

80 min.

1-4: Jákup á Borg 78.

So er tað avgjørt, at B36 fær øll stigini norður aftur við sær. Innskifti Jákup a Borg breyt ígjøgnum í høgru og sendi umvegis stólpan bóltin í TB málið.

 

75 min.

1-3: Lukasz Cieslewicz 70.

Alt bendir á sigur til meistararnar, sum vóru eitt sindur kløkkir, tá ið TB minkaði um munin. Málið kom eftir stórt kiks í TB miðverjuni.

 

60 min.

1-2: Bojan Timic br

Rógvi Joensen fór um koll eftir at vera skumpaður í ryggin. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, og Bojan Zivic umsetti til mál, og nú er spenningur í aftur á Vágseiði!

 

55 min.

0-2: Súni Olsen 50.

Meistararnir tykjast vera á veg ímóti fullari úrtøku á Vágseiði, har TB er mótstøðuliðið.

B36 legði bragdliga fyri, og Súni Olsen sendi við frísparki úr vinstru bóltin ígjøgnum manngarðin og dygst inn við nærra stólpa.

 

Hálvleikur

45 min.

0-1: Lukasz Cieslewicz br 42.

Eftir at tað leingi gekk javtn á, so setti B36 seg meiri á spælið, sum tað nærkaðist hálvleiki, og stutt undan steðginum eydnaðist tað. Lukasz Cieslewicz umsetti brotsspark til mál, eftir at dómarin hevði peikað á ellivu metra blettin, tí hann metti, at ein av verjuspælarunum hevði spælt bóltin við hondini.

 

TB-B36 kl. 14.45

TB:

B36: