Vit fylgja neyvt gongdini í føroyska búskapinum og vit leggja orku í at liva upp til nýggju ásetingar hjá landstýrismanninum í fíggjarmálum. Í øðrum lagi er tað eisini ein sannroynd, at vit sum høvuðsstaðarkommuna fylgja væl við altjóða búskaparligu gongdini, og viðurkenna at vit eru partur av altjóða rákinum.
Okkara besta – og kanska einasta – amboð er at raðfesta, og tað sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2009. Roknað verður við knøppum 600 milliónum krónum í skattainntøkum komandi ár. Lagt er upp fyri einum avmarkaðum vøksturi í útreiðslum.
Uppskotið er gjørt út frá, at virksemið hjá kommuni kann halda fram á einum nøktandi støði, við somu tilboðum, sum borgarin fær í dag. Hædd er í ein ávísum mun tikin fyri hækkandi útreiðslum til lønarvøkstur og hægri orkuprísir.
Pláss er tó eisini fyri nýggjum virksemi, sum er farið í gongd, ella fer í gongd í 2009. Samstundis er lagt upp til at tálma útreiðsluvøkstrinum og tí liggja nógvar játtanir á sama støði sum í ár, 2008.
Íløgur stóran part av útreiðslunum
Stórur partur av útreiðslunum fara, eins og í 2008, til íløgur. Tó er upphæddin munandi lægri í 2009.
Barnaansing fer við 20% av útreiðslunum og tað sæst eisini aftur í nøgdsemiskanningini, at hetta er eitt økið, kommunan raðfestir høgt. Barnaansingin er blivin lagaligari fyri borgaran, systkinaavsláttur er settur í verk og frítíðarskúlin røkkur nú upp í 2. flokk.
Tekniskar veitingar fara við 17% av útreiðslunum. Her er tað Bussleiðin, ið kostar mest, tí hon er útbygd og gjørd til ókeypis tænastu.
Økið skúla- og mentamál fer við 12% av útreiðslunum. Sjálvt um kommunan hevur næstan 100 færri næmingar í skúlaárinum 2008/2009, í mun til skúlaárið framanundan, so er játtanin til hetta økið hækkað munandi. Orsøkin er, at skúlin við Løgmannabreyt læt upp í ár, umframt at ynski er um at styrkja KT-støðuna á skúlunum.
2009 er árið, tá Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda 100 ár sum fólkavald kommuna, og hetta sæst sjálvandi eisini aftur í fíggjarætlanin.
Aðrar útreiðslur fara við 11% og liggja útreiðslurnar á sama støðið sum í ár. Fyrisitingin fer við 9% og almanna- og heilsumál við 6%. Lánsgjøld fara við umleið 1%, og í 2009 verður mett, at útreiðslurnar til lánsgjøld verða 9 milliónir krónur.
Skúli og mentan raðfest
Í 2009 verða íløgurnar 149,2 milliónir krónur í mun til 256,8 milliónir í 2008. Størsti parturin av íløgunum fara til skúla- og mentanarøkið. Tað eru serliga skúlin við Løgmannabreyt og skúlin á Argjum, ið fáa part av íløgujáttanini. Ítróttur- og frítíðarvirksemi fer við 20% og er tað serlig útreiðslurnar til fimleikahøllina við Tórsvøll, ið síggjast aftur her.
Av játtanini fara umleið 7% til kloakkir og er tað til framhaldandi at bøta um kloakkviðurskiftini í kommununi. Av tí at tørvurin er so stórur á skúlaøkinum, kunnu aðrar íløgur ikki raðfestast líka høgt.
Tað merkir tó ikki, at íløgur á øðrum økjum steðga upp, tí framvegis verður arbeitt eitt nú við Glyvursvegnum, tyrvingarplássinum, barnaansingini, kirkjugørðum, smábátahavnum og sum heild fríðkan av býnum.
Um hugt verður at íløgunum fyri árini 2005 til 2009, so sæst, at skúlaøkið fær part í eini munandi størri raðfesting árini 2007-2009. Eisini sæst at mentan og frítíð eru raðfest frammalaga hesi árini. Vegir og kloakkir hava serliga í 2006-2008 verið raðfest, meðan barnaansing, serliga í 2005 og men eisini í 2006, hevur fingið nógvan pening til íløgur.
Um hugt verður at karmunum fyri íløguætlanina 2009 og tey næstu fimm árini, so sæst, at skúla- og mentaøkið framvegis fyllir nógv, til og við ár 2012. Íløgur til vegir síggjast aftur frá 2010, og í 2011 koma íløgur til eldraøkið at muna, meðan tørvurin á íløgum til vatnveiting verður stórur í 2012 og tey næstu árini.
Endi:
Setningurin, ið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin settu hvørjum øðrum við ársbyrjan 2005, er lokin. Samgonguskjalið hevur verið støðið og einki liggur á láni. Úr rúgvuni kunnu vit nevna:
Trivnað og mentan við nógvum ítrótti og frítíðarvirksemi við best hugsandi karmum
Barnaansingin er vorðin lagaligari við systkinaavslátti og frítíðarskúla til 2. flokk
Margarinfabrikkin og Reinasríið er blivi eitt gott tilboð og stuðlar upp undir Tórsgøtu sum mentanargøtu í miðbýnum
Tørvurin á ellis- og røktarplássum er bøttur og karmarnir munandi víðkaðir og Eldraráðið er skipað hetta skeiðið
Ólavsøkan hevur fingið nýggjan ham, jólabýur og sølutorg í Vágsbotni eru nýggjar upplivingar
Ferðsluvirðurskftini eru bøtt við rundkoyringum og Bussleiðin við Skúlaleiðini er útbygd og gjørd ókeypis
Brennistøðin lýkur altjóða krøv, umhvørvisstuðul er settur í verk, vit hava verið virkin í Agenda 21-arbeiðnum, áir eru reinsaðar, ruddingardagar, umhvørvisvika hava verið og endurnýtsla er sett í verk við Tinghúsinum a Sandvíkarhjalla
Vinnumenningardeild er sett á stovn, byggimál og byggieftirlit hevur verið styrkt og heildarætlan er gjørd fyri stórari skúlabygging í kommununi
Nú røkkur kommunan frá Borðuni, Kirkjubønesi, Hesti og Koltursnakki, um Kaldbak til á Deild norðuri í Sundum
Við hepni hevur samgongan lagt dent á ein varligan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, ið setir trivnaðin hjá bæði borgarum og starvsfólkum í hásæti. Yvirskipað hevur samgongan staðið fyri umsitingarligum og politiskum opinleika, har spurningar verða skjótt og rætt avgreiddir.
Eftir hesa loknu fýra ára setu hevur samgongan í landsins størstu kommunu nátt teimum málum, sett vórðu, støðugt havandi hugsjónina um burðardygd fyri sær. Tí er tað við fragd, at vit síggja næsta ár fyri okkum, árið tá Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda 100 ár sum fólkavald kommuna.