Fíggjareftirlit?

Í kjalavørrinum av Eik- skrædlinum hevur spurningurin tikið seg upp, um føroyska grunnaeftirlitið hevur røkt sínar skyldur. Eisini er spurnartekin sett við eiklíknandi eigara- og leiðslusamansetingina í stóra samtakinum

Tryggingarfelagið Føroyar. Til tess at greina hesar spurningar hevði Johan Dahl, landsstýrismaður framløgu í Sjókafeini.
Eftir at Eik Banki og Eik Grunnurin komu í trupulleikar og Eik Banki fór undir Finansiel Stabilitet hevur nógv verið kjakast, um føroyska Grunnaeftirlitið gjørdi sína skyldu. Grunnaeftirlitið gjørdi kanningar av Eik Grunninum, sum eigara av Eik Banka bæði í mars 2009 og aftur í mars 2010 uttan at nakar trupulleiki bleiv fráboðaður landsmyndugleikunum.
Miðlarnir hava eisini sett spurnartekin við stovnssamansetingina í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum í síni uppbygging er ógvuliga lík Eik-stovninum. Tað sum eyðkennir hesar stovnar er, at teir hava eftirlit við sær sjálvum, nevndarlimirnir ganga aftur í teimum ymsu feløgunum í samtakinum og at ovast situr ein forstjóri, sum í veruleikanum hevur alt at siga.
Hvør sítt mál
Fyri at greina hetta málið nærri, bað Samhald Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum og sum varðar av bæði Grunnaeftirlitinum og Tryggingar Eftirlitinum, greiða frá á fundi hjá Samhald, hvussu hesi viðurskifti í veruleikanum vóru samansett.
Johan vísti á, at her var talan um tvey heilt ymisk eftirlit. Meðan Grunnaeftirlitið bert hevur avmarkað eftirlit við grunnum, hevur Tryggingar Eftirlitið óavmarkað eftirlit við tryggingarfeløgum, herundir eisini fíggjareftirlit.
Grunnaeftirlitið bert juridiskt
Grunnaeftirlitið bleiv yvirtikið málsøki 1. jan. 2008 í samband við nýggju vinnulóggávurnar og verður umsitið av Skráseting Føroya. Grunnaeftirlitið skal syrgja fyri, at lóggávan fyri vinnurekandi grunnar verður yvirhildin og at grunnarnir halda sína egnu lógir og viðtøkur. Soleiðis hevur Grunnamyndugleikin sokallað legalitetskontroll yvir grunnunum. Grunnamyndugleikin skal eisni góðkenna viðtøkubroytingar og hevur sýtingarrætt í ávísum málum.
Eisini skal Grunnamyndugleikin góðkenna serligar avgerðir, sum kunnu hava ta fylgju, at grunnurin ikki verður førur fyri at halda egnar lógir og viðtøkur. Sostatt er økið hjá Grunnaeftirlitinum avmarkað til tann juridiska partin.
Tryggingareftirlitið bæði juridiskt og fíggjarligt
Øðrvísi er við Tryggingar Eftirlitinum, har eftirlitið hevur skyldu til bæði at kanna tann juridiska og tann fíggjarliga partin. Soleiðis skal Tryggingar Eftirlitið tryggja ein kappingarføran tryggingarmarknað, at tryggingarfeløgini nýta góðan etikk og skikk og halda reglur og lógir.
Men harafturat skal Tryggingareftirlitið eisini tryggja tryggingartakaranum móti, at tryggingarfelagið fer á húsagang. Tryggingareftirlitið fremur sítt virksemi í mun til vandan fyri, at lóggávan ikki verður hildin. Eftirlitið kannar ársfrágreiðingar, innheintar fíggjarligar upplýsingar frá feløgunum, herundir endurtryggingarupplýsingar, kannar um ognirnar dekka tryggingarligar burturleggingar og skal viðgera umsóknir um loyvir, rakstrarætlanir og evt. avhendan av tryggingarmongd.
Sostatt kann í stuttum takast samanum, at Grunnaeftirlitið er av juridiskum slagi og kann ikki metast saman við Fíggjareftirlitið, meðan Tryggingareftirlitið hinvegin bæði er av juridiskum og fíggjarligum slagi og tí bæði kann metast saman við Grunnaeftirlitinum og Fíggjareftirlitinum.
Samanumtikið ein rættiliga áhugaverdur fundur.