- Fólk skulu hugsa um egna heilsu

Leygardagin fer árliga fólkaheilsurenningin av bakkastokki, og nú fevnir hon um næstan alt Føroyar. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at hugsa meir um kropsligt virksemi, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm.

Hetta er triðja árið, at árliga fólkaheilsurenningin verður hildin her á landi. Undirtøkan hevur verið sera góð, og Hans Pauli Strøm sigur, at hann vónar líka góða undirtøku í ár, sum hini árini.
 - Í fjør vóru út ímóti 1000 fólkum við í fólkaheilsurenningini, og hetta var nógv meir enn vit høvdu væntað. Vit vóna sjálvandi, at renningin í ár fær líka góða uppmøting, men tað verður ringt at liva upp til renningina í fjør.
 
Renningin fevnir um alt landið
 
Tá fólkaheilsurenningin var á fyrsta sinni í 2004, bleiv bert runnið í Havnini. Í fjør bleiv renningin økt, so at hon eisini fevndi um Suðuroynna. Hans Pauli sigur, at meiningin við renningini var at fáa hana út um alt landið.
 - Tá vit byrjaðu við fólkaheilsurenningini í 2004, var meiningin frá byrjan av, at renningin skuldi fevna um alt landið. Í 2005 fingu vit renningina til Suðuroyar, men nú hava vit økt um renningina, soleiðis at hon eisini fevnir um Klaksvík, Runavík og Vágarnar.
Hann sigur seg harafturímóti gleðast um, at fólk á hesum nýggju økjunum hava tikið væl ímóti hugskotinum at fáa renningina út um alt landið.
 
Fólkaheilsurenning er fyri øll
 
 - Meiningin við fólkaheilsurenngini er at vísa fólkið, at heilsuverkið ger nakað fyri at fáa fólk at hugsa meir um teirra egnu heilsu, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann leggur afturat, at hetta er eitt konkret dømi, har heilsuverkið vísir, at tað ikki er líkasælt yvirfyri teimum trupulleikum, sum fólkaheilsan kann føra við sær.
Hans Pauli sigur eisini, at fólkaheilsurenningin er fyri øll.
 - Fólkaheilsurenningin er ikki bert fyri ítróttarfólk í góðum formi. Hetta er fyri øll. Tí vilja vit fegin hava, at nógv fólk møta upp. Meiningin er heldur ikki, at fólk skulu møta upp fyri at renna. Endamálið við renningini er, at fáa fólk at fremja kropsligt virksemi.
 
Fólkaheilsurenningin í Havn
 
Fólkaheilsurenningin byrjar í Havnini leygardagin, og sunnudagin verður runnið í Runavík. Tey byrja at renna uttanfyri badmintonhøllina kl. 15.00 leygardagin.
Í samband við renningina vera eisini onnur tiltøk á økinum. Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið, Apoteksverkið og onnur ymisk áhugafeløg skipa fyri tiltøkum, har tað ber til at gera heilsukanningar og fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.
 
Øll kunnu bøta um heilsuna
 
At enda sigur Hans Pauli Strøm, at øll kunnu bøta um heilsuna.
 - Øll fólk kunnu bøta um teirra egnu heilsu. Við renningini vilja vit vísa fólki, at heilsupolitikkur ikki noyðist at koma frá politiskari síðu, men at fólk sjálvi kunnu gera ein stóran mun.
Hann sigur seg vóna, at fólk leggja sær hetta í geyma, tí tað er av stórum týdningi, at fólk hugsa um teirra egnu heilsu.