Norðurlendski Fólkaríkisdagurin verður settur á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin klokkan 14 í dag. Tað er felagsskapurin Fritt Norden sum skipar fyri hesum afturvendandi tiltakinum, sum fyri fyrstu ferð er í Føroyum.
Á skránni eru ymisk evnir sum hava norðurlendskan áhuga, bæði innan politikk og mentan, og luttakarar eru úr øllum Norðanlondum. Evnið í ár er sjálvstýri og smáar tjóðir. Skipa verður fyri fleiri kjakfundum bæði í dag og í morgin, týsdagin, og fundirnir eru opnir fyri almenninginum.
Á skránni er millum annað:
Mánadagin 25. juli
14.00 Norðurlendski Fólkaríkisdagurin verður settur.
14.30-16.00 Føroyar - politiskt sjálvstýri
Høgni Hoydal tosar um støðuna hjá Føroyum í ríkisfelagsskapinum og hann
kemur eisini inn á hvørjar møguleikar hann sær fyri sær at Føroyar hava
framyvir.
16.15-18.00 Eitt lítið mál - við nógvari orku
Birgir Kruse, ritstjóri Nám.
19.00-21.00
Lokaldemokrati og ES
Fyrrverandi danskur ES-tinglimur og kommunustýrislimur Birgit Bjørnvig.
Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting.
Týrsdagin 26.juli
09.00-11.00
Eystur- og Vesturnorður nakað er felags og annað eru munir
Pallborð
Maj Britt Imnander, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Mikkjal N. Helmsdal, rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Páll Vilhjálmsson, Island.
11.00-12.00
Hvussu er at skriva á einum lítlum máli?
Jústinus Eidesgaard, tíðindamaður og rithøvundur
13.00-15.00
Tilfeingi og stríð um tilfeingi
(Makrelmálið og fiskivinna)
Ingolf S. Olsen, journalistur.
Bjørn Chr. Borch, fyrrverandi nevndarlimur í Fritt Norden í Noregi.
19.00-21.00
Norðurlond og ES
Áhugamálini hjá ES og ætlanir - hvat hugsa fólkaligur rørslurnar og
hvørjar ætlanir hava tær?
Pallborð við millum annað:
Páll Vilhjálmsson, Island
Line Barfod, fólkatingslimur og limur í Norðurlandaráðnum, Danmark
Mynd: Fundur hjá Norðurlandaráðnum í 2010. Magnus Fröderberg / Norden.org