Tað hevur verið eitt aktivt og hendingaríkt ár hjá ADHD-felagnum. Tað staðfestir felagið, nú felagið hevur havt aðalfund.
Felagið hevur verið á ráðstevnum í Føroyum og Finnlandi, og so hevur felagið eisini fingið nýggja heimasíðu. Eisini fekk felagið eina adventsgávu á 50.000 krónur frá Betri í desember. Í januar fekk felagið skrivstovu í MEGD-húsinum, og í mars byrjaðu fýra sjálvhjálparbólkar fyri ávikavíst vaksnum, børnum, foreldrum at børnum og foreldrum at ungum. Harumframt er felagið komið í samstarv við ADHD-feløgini í Norðurlondum. Í summar varð meira peningur settur av til útgreining av vaksnum og ein ADHD-klinikk skal setast á stovn.
Eingir serflokkar í Skúlanum á Fløtum
Hóast seinasta árið hevur verið gott, og felagið hevur rokkið fleiri málum, so eru enn nøkur ting, sum ADHD-felagið heldur eiga at betrast.
Felagið sigur, at lítil framgongd er í fólkaskúlanum.
– Lærarar rópa neyðarróp, tí teir hava ikki førleikar og umstøður at undirvísa børnum við ADHD. Vit harmast sera nógv um, at tað frættist, at Føroya størsta og glæsiligasta fólkaskúlaverkætlan, Skúlin á Fløtum, hevur ongar serflokkar ella pláss til at fáa serflokkar. Hetta er ein skandala, tí eftir okkara tykki eiga allir skúlar yvir 200 børn at hava serflokkar, sigur felagið í tíðindaskrivi.
– Nógv gott er hent undanfarna ár, men á fólkaskúlaøkinum og førleikaøkinum innan øll økir eru vit eftirbátar. Hetta verða mál, vit fara at arbeiða við.
Nýggj nevnd
Leygardagin 23. mai hevði ADHD-felagið ársaðalfund í MEGD-húsinum á Íslandsvegnum. Á aðalfundinum skuldu nýggir limir veljast í nevndina. Fráfararandi limirnir vóru Maibritt Hansen, Eyđvør Gudmundsson, Sunrid Rasmussen og Hans Hilmarson Hansen.
– Vit takka fyri teirra megnar arbeiði og eru sera fegin um, at tey bjóða seg fram at hjálpa til í framtíðini, sigur felagið.
Á fundinum varð avgjørt at seta talið á nevndarlimum upp. Nevndarlimatalið fór úr fýra upp í seks umframt tveir tiltakslimir. Tað vil siga, at fýra nýggir limir vórðu valdir í nevndina og tveir tiltakslimir.
Á fyrsta nevndarfundinum skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Bjørg Dam
Næstformaður: Asger Kristian Eið Karinarson
Skrivari: Maiken á Mýrini
Peningarøkil: Anne Sophie Nordendal
miđlar/kunning: Bára Silvansdóttir og Anna Nolsøe Joensen
Tiltakslimir: Edmund Djurhuus og Poula Patursson
Vilja seta andlit á ADHD
ADHD-felagið fegnast um, at trý ung er í nevndini, og at ung nú hava eitt felag, har tey eru vælumboðað, og at tey hava onkran at spegla sær í.
– Nevndin arbeiðir við at orða málsetningar fyri komandi setu, hesar fara vit at almannakunngera seinri. Vit kunnu tó longu avdúka, at vit vilja seta andlit á ADHD og ADD í Føroyum, og tað verður ein spennandi herferð við tiltøkum. Hertil skal finnast eitt nýtt fangandi herróp, sum eisini kann nýtast sum hashtag, øll boð eru vælkomin, sigur ADHD-felagið.