Lagt verður fyri í dag úti í Fugloy. Kim Thomas Sivertsen, Spælimenninir, Niels Midjord og Hans Jacob Hansen spæla kl. 16.00 í dag Á Kirkju.
Í skúlanum í Hattarvík kl. 20:00, spæla Rupert Derben, Kasper Søeborg, Larus og Jakobina og Co.
Tey leikandi í dag
Kim Thomas Sivertsen er úr Oslo. Blueskendu vísur hansara lýsa býarlívið og lagnur haðani úr býnum. Umframt egnar vísur, hevur hann eisini gamlar norskar skillingsvísur á skránni.
Spælimenninir, gjørdu rættiliga vart við eg, tá tey byrjaðu. Tey hava ikki verið eins virkin seinastu árini. Limirnir búgva í ymsum londum, og tí er trupult at manna bólkin. Men tá tey hittast, hugna tey sær óført, og ofta kemur ein útgáva burturúr. Tey hava givið fleiri plátur og fløgur út. Tey, ið manna bólkin hesaferð, eru Erling Olsen, Sharon Weiss, Kristian og Mikael Blak.
Niels Midjord ber við sangi og guitarspæli fram álvarsamar og skemtiligar vísur. Eisini fer hann at syngja kingoløg a cappella.
Hans Jacob Hansen er multikunstnari: myndlistarmaður, sjónleikari, tónasmiður og skald. Síðani hann varð pensióneraður, hevur hann havt betri stundir til listina. Tað hoyrist aftur, m.a. í harmonikuspælinum, ið hann hevur afturvið, tá hann syngur egnar vísur.
Rupert Derben er týskari, búsitandi í Noregi, har hann rekur økologiskan bóndagarð. Knæbóndalívið, og lívssýnið aftanfyri, geva íblástur til vísur, ið hann framførir einsamallur, ella saman við øðrum.
Kasper Søeborg er danskur klassiskur guitarleikari og tónaskald. Hann spælir egin løg, har hann samansjóðar jazz-, fusións-, minimal- og klassiskan tónleik á persónligan hátt.
Larus er bólkur mannaður av Lív Dam, Paula Hansen og Hera Kragesteen. Tey syngja og spæla enskar vísur, ið onnur hava gjørt, men eisini føroyskar vísur, ið tey sjálvi hava gjørt og sum eittnú Simme Jacobsen eigur orð og løg til.
Jakobina & Co., ella Jakobina Tórstún og bólkur hennara, spæla og syngja føroyskan og norðurlendskan tónleik.
Tey leikandi næstu dagarnar
Jógvan Andrias Joensen er úr Klaksvík, men býr í løtuni í Noreg. Hann spælir og syngur egnar sangir, men eisini yrkingar hjá øðrum, ið hann hevur sett løg til. Hann átti sangin ?Ljós? á bandinum hjá Amnesty International, ið kom út fyri nøkrum árum síðani.
Hann luttók á vísuskeiði á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungalv, Svøríki, veturin ?87-?88. Hanus G Johansen luttók á sama skeiðið.
Hanus G. Johansen hevur spælt og sungið nógv á palli í Føroyum og í útlondum. Umframt at hava sett lag til yrkingar hjá mongum føroyskum yrkjara, hevur Hanus eisini sett løg til yrkingar hjá yrkjarum úr øðrum londum. T.d. persaranum Omar Khayyam, Jacob Sande úr Noregi og amerikumanninum Edgar Allan Poe.
Enekk fara hesaferð m.a. at spæla og syngja gomul skjaldur innan av Skálafjørðinum. Haðani er manningin eisini: Agnar Lamhauge, Óli Olsen, Arni Carlsen og Kári Sverrisson