Noreg vann flottan heimasigur á Italia

Norðmenn hava fullan pott aftaná tríggjar HM-undankappingardystir

Norska landsliðið hevur ikki vunnið seg til eitt endaspæl síðani EM í 2000, og tað ríður norðmonnum sum ein marra. Men nú eru møguleikarnir fyri, at Noreg vinnur seg til HM veruliga góðir.

 

Norðmenn vunnu fríggjakvøldið í dysti í bólki I ein ótrúligan 3-0 sigur á Italia á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Noreg skoraði í fyrra hálvleiki tey trý málini innanfyri 28 minuttir. Norska pressan stórfegnast um avrikið. Í sama bólki vann Ísrael á útivølli 3-1 á Estlandi.

 

Noreg-Italia 3-0 (3-0)

1-0 Alexander Sørloth ('14 )

2-0 Antonio Nusa ('34 )

3-0 Erling B. Haaland ('42 )

 

Estland-Ísrael 1-3 (1-1)

1-0 Mattias Kait ('31 )

1-1 Dan Biton ('39 )

1-2 Dan Biton ('49 )

1-3 Mohammed Abu Fani, br. ('90 )

 

Noreg er fremst við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Ísrael hevur seks stig fyri tríggjar dystir. Estland hevur trý stig fyri tríggjar dystir, og aftast eru Italia og Moldova við ongum stigi. Italia hevur tó bert spælt ein dyst.

 

Í bólki J megnaði Norðurmakedonia javnleik 1-1 móti Belgia á heimavølli, og Wales vann á heimavølli ein greiðan 3-0 sigur á Liktinstein.

 

Norðurmakedonia-Belgia 1-1 (0-1)

0-1 Maxim De Cuyper ('28 )

1-1 Ezgjan Alioski ('86 )


Wales-Liktinstein 3-0 (1-0)

1-0 Joe Rodon ('40 )

2-0 Harry Wilson ('65 )

3-0 Kieffer Moore ('68 )

 

Wales hevur sjey stig fyri tríggjar dystir, og Norðurmakedonia hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Kasakstan hevur trý stig fyri tveir dysti, og Belgia hevur eitt stig fyri ein dyst. Liktinstein er aftast við ongum stigi.