Tann fyrsta oktober búðu 51.095 fólk í Føroyum. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni og sostatt er fólkatalið vaksið 824 fólk, ella 1,6 prosent hetta seinasta árið.
Orsøkirnar til tað eru, at hetta seinasta árið eru 255 fleiri børn fødd enn tað eru fólk, sum doyðu, men serliga kemur at tað, at heili 569 fólk fleiri fluttu til Føroya enn tað fluttu úr Føroyum – og eftir fólkatalinum er tað met sigur Hagstovan.
Sum heild staðfestir Hagstovan, at fólkatalið veksur enn við somu ferð. Hagstovan sigur eisini, at tað framvegis eru meginøkini, Eysturoy og Havnin, sum veka skjótast – og í Suðuroy er gongdin enn tann sama, tí har minkar fólkatalið alsamt.
Í Eysturoynni vaks fólkatalið 2,4 prosent, og tað er serliga við tunnilsmunnarnar á Eysturoyartunlinum, á Nesi og á Strondum, at fólkatalið veksur.
Í Havn er fólkatalið vaksið tvey prosent. Tilsamans vaks fólkatalið í Havn 391 fólk og tað er sostatt næstan helvtin av øllum fólkavøkstrinum
Í Streymoy annars vaks fólkatalið 1,5 prosent, og í Norðoyggju, og í Vágum vaks tað 1,3 prosent.
Í Sandoy er ein lítil vøkstur upp á 0,4 prosent, men í Suðuroy minkar tað framvegis. Har búgva tað nú 28 fólk færri enn fyri einum ári síðani, tað er ein minking upp á 0,6 prosent.
Hagstovan sigur, at verður fólkatalið tann fyrsta januar 2014, sett til hundrað, er tað vaksið ímillum fimm og 8 prosent í øllum landinum, men í Suðuroy er tað minkað niður á 98,4, so Suðuroyggin er dragnað rættiliga nógv hesi seinastu fimm árini.
Í Vági er fólkatalið minkað 24 fólk hetta seinasta árið, á Tvøroyri er tað minkað 12 fólk og í Hvalba er tað minkað 10 fólk. Og hetta eru samstundis tey trý plássini í landinum, har fólkatalið er minkað mest.