Fólkatingslønirnar hækkast við 100 túsund

Tað er ikki bara í Føroyum, at tingmenninir hækka lønirnar. Í Danmark hevur Ivar Hansen nú fingið ígjøgnum, at lønirnar hjá fólkatingslimunum skulu hækkast við góðum 100 túsund krónum um árið

Fyri nøkrum mánaðum síðani samtykti løgtingið at hækkað mánaðarlønirnar hjá tinglimunum rættiliga fitt, og ikki kann sigast annað enn at tað var eitt evni, sum skapti øsing.

Fólk eru ymisk á máli um hvørt løtan var tann rætta, og lat okkum bara siga tað, sum tað er - tey vera heldur ikki samd um løtan var røtt.

Nú er formansskapurin í fólkatinginum eisini farin at spæla sær við tankan um at hækkað tingmannalønirnar.

Formaðurin Ivar Hansen heldur at lønin hjá politikarunum er í lægra lagi - hon er í løtuni 377 túsund krónur um árið uttan ískoyti fyri útreiðslur. Tað er hesa upphædd, Ivar Hansen vil hækka við ikki minni enn 88 túsund krónum upp í 465 túsund.


Ymisk á máli

Eins og tað var herheima, er formansskapurin í fólkatinginum ikki á einum máli um lønarhækkanina hjá fólkatingslimunum.

Kortini talar nógv fyri, at tað fer at eydnast tingformanninum at fáa meiriluta fyri uppskotinum.

Hann hevur nevniliga fingið tann konservativa Henning Grove í sín part, og sum tað sær út í løtuni, so hevur Margrete Auken, úr SF, eisini hug at hella tann vegin. Harafturímóti vil Poul Nørgaard frá Dansk Folkeparti ikki vita av uppskotinum.


Lønin er ovmikið góð

Nørgaard hevur sagt, at eftir hansara tykkii er lønin upp á 377 túsund ov mikið góð, og tí heldur hann ikki at tað er neyðugt at hækka hana yvirhøvur.

Hann heldur ikki, at hækkanin passar til fundarvirksemi, og hann heldur at teir tinglimir, sum ikki klára seg, bara kunnu fáa sær eitt arbeiði við síðuna av.

Umframt at vera ímóti lønarhækkanini er Nørgaard eisini ímóti útreiðsluískoytinum. Hann heldur tað vera púra burturvið, at tinglimir fáa upp í góðar 95 túsund krónur um mánaðin fyri útreiðslur. Hann heldur at millum 1.500 og 2.000 høvdu verið nóg mikið.


Inn á morgni og

heim á kvøldi

Eisini onnur enn Nørgaard hava havt á munni, at tað er órættvíst, at fólkatingspolitikkarar skulu fáa góðar 95 túsund krónur fyri gistingarhúsútreiðslur og dupult húsarhald, sum formansskapurin í fólkatinginum kallar tað.

Grundgevingin er at flestu fólkatingslimirnir flúgva heimaftur til hús, sama kvøld, sum teir eru komnir til Keypmannahavnar um morgunin, og tá teir flúgva ókeypis við SAS, so er tað tvífalt órættvíst, at teir fáa pening omaná fríu ferðirnar.

Sammett við lønarhækkanina í restini av danska samfelagnum er talan um eina rættiliga stóra lønarhækkan. Lønirnar hækkaðu við millum 4,4 pst. og 5,7, men nú hækka tingmannalønirnar við 23 prosentum.


----


Fakta um Fólkatingslønirnar


Grundløn (grundvederlag)kr.377.000

Nýggj løn samb. uppskotikr.465.000

Lønarhækkankr.88.000


Ískoyti til útr. (lægsti sastur)kr.38.000

Ískoyti til útr. (miðal satstur)kr.51.000

Ískoyti til útr. (hægsti satsur)kr.95.000

Ískoyti til útr. (før. og grønl.)kr.110.000


Nýggjur satsur (líka fyri allar)kr.40.000

Nýtt bústaðarískoyti (móti kvittan)kr.45.000

Eyka ískoyti til aðrar útreiðslur)kr.20.000


Uppskotna broytingin hevur eisini við sær, at tinglimir, sum ikki verða afturvaldir fáa løn í eitt heilt ár og upp í tvey ár, um teir hava sitið á fólkatingið nóg leingi. Í løtuni er hetta lønarskeið seks mánaðir.


Broytingini í donsku tingmannalønunum hevur við sær, at hægsta danksa tingmannaløn, sum í løtuni verður latin føroysku og grønlendsku tinglimunum, upp á góðar 40 túsund krónur um mánaðin hækkar til uml. 47.500 krónur um mánaðin.


Kelda: Information fra Folketinget oktober 1999