Følsk ávaring um eld á Argjum

Tað er ikki altíð, at starvsfólk vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið eldávaringin ljóðar

Á miðdegi ógvaðust fólk við, at brandbilar fóru ýlandi og blinkandi ígjøgnum býin og stevndu út á Argir. Men tíbetur vóru teir skjótir aftur, tí tað vísti seg, at talan var um eina falska fráboðan.

 

Á brandstøðini siga tey, at sjálvvirkandi ávaringarskipanin á Brandstøðini boðaði frá, at eldur var í á einum stovni á Argjum. Undir slíkum umstøðum, skal starvsfólkið ringja á brandstøðina at greiða frá, akkurát, hvat er á vási. Men í hesum føri ringdi ongin – og tá ið tey á brandstøðini ringdi á stovnin, tók ongin telefonina.

 

– Sostatt høvdu vit ikki annan møguleika enn at taka fráboðanina fyri fult og at skunda okkum út á Argir við brandbilum og útgerð, siga tey á brandstøðini. 

 

Tá ið eldávaringin á brandstøðini fer at ýla, eru eisini alarmar inni á stovninum sjálvum, sum fara at ýla. Men í hesum føri var tað hent av eini ella aðrari orsøk, at alarmarnir á stovninum sjálvum, vóru sløktir, so starvsfólkið visti ikki av, at eldávaringin hevði boðað frá eldi,

 

– Sostatt kom tað eitt sindur óvart á starvsfólki, tá ið túnið brádliga var fult av brandbilum og brandmenn gingu inni á gólvinum, siga tey á brandstøðini.

 

Í hesum føri vísti tað seg, at tey vóru í holt við at gera mat í køkini á stovninum, men tað reyk so illa, at eldávaringin fór frá.

 

Á Brandstøðini hava tey varhugan av, at á summum stovnum og fyritøkum hava tey ikki nóg nágreiniligar mannagongdir fyri, hvussu fólk skulu bera seg at í sambandi við eldávaringar. 

 

Í hesum føri vóru ávaringarklokkurnar sløktar, so tey vistu ikki av, at sjálvvirkandi ávaringin á brandstøðini boðaði frá eldi. Men tað hendir seg eisini í øðrum førum, at starvsfólk ikki ringja á brandstøðina við neyðugu boðunum, siga tey á brandstøðini.

 

Men tað góða var so í hesum føri, at einki var áfatt, leggja tey afturat.