ÍF og KÍ hava fulla úrtøku

Klaksvíkingar hava í dag verið í Runavík, og fuglfirðingar hava verið í Streymnesi. Í báðum førum varð mett, at talan var um torførar avbjóðingar á útivølli. KÍ vann 3-2 við Løkin, og ÍF vann 2-1 við Margáir. Úrslitini í 2. umfari bera við sær, at ÍF og KÍ nú eru einastu liðini, sum framvegis hava fulla úrtøku.

 

ÍF sigursmálið skoraði miðvallarin Bogi Reinert Petersen í síðstu løtu. Fyri EB/Streymi vísti tað seg at vera ógvuliga kostnaðarmikið, at miðvallarin Gunnar Zachariasen varð rikin av vølli, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør skoraði KÍ sigursmálið, tá ið bara ein lítil løta restaði. NSÍ vísti góðan hugburð við tvær ferðir at javna, eftir at klaksvíkingar høvdu lagt seg framum, men at enda tapti NSÍ, sum framvegis einki stig hevur.

 

Umframt NSÍ bíða tvey lið eftir at vinna fyrsta stigið. Tey eru TB og AB.

 

B36 og HB hava framvegis ikki tapt. Bæði liðini hava fýra stig. B36 vann í gjár tryggan 4-0 sigur á heimavølli ímóti Víkingi, og í dag vann HB tryggan 3-1 sigur á Argjum. Fyrstu løtuna rendi HB mótstøðuliðið fullkomuliga um koll. Tá ið eitt korter var farið, var HB frammanfyri 3-0, og so var avgjørt, hvar stigini skuldu fara. AB minkaði um munin, og í 2. hálvleiki var munurin ikki so stórur, men AB megnaði ongantíð at hótta gestirnar.

 

Í Sørvági vann 07 Vestur tryggan 4-1 sigur á TB. Eftir eitt korter var 2-0, og 07 Vestur var frammanfyri við trimum málum, áðrenn TB skoraði.

 

Úrslit

NSÍ-KÍ 2-3 (0-1)

0-1: Atli Danielsen 41.

1-1: Jann Martin Mortensen 58.

1-2: Páll A. Klettskarð 59.

2-2: Klæmint A. Olsen 80.

2-3: Hjalgrím Elttør 87.

Dómari: Páll Augustinussen

NSÍ: Kristian Joensen – Magnus Olsen, Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen, 78.), Andy Ó. Olsen – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Einar Tróndargjógv, Jens Joensen

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen (Ivan Joensen, 89.), Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Álvur F. Christiansen , Atli Danielsen, Henry Heinesen, Kristoffur Jakobsen (Ísak Simonsen, 83.) – Hjalgrím Elttør, Páll A. Klettskarð (Helgi Samson, 90.)

 

EB/Streymur-ÍF 1-2 (1-0)

1-0: Arnbjørn Hansen 12.

1-1: Øssur Dalbúð 63.

1-2: Bogi Reinert Petersen 89.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Langgaard, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen (Arnar Dam, 66.) - Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen - Leif Niclasen (Hanus Olsen, 79.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Jens Michael Jensen, 85.)

Gult kort: Marni Djurhuus

Reytt kort: Gunnar Zachariasen 35.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson (Jákup Johansen, 49.), Høgni Madsen, Bogi Reinert Petesen, Ari Ó. Ellingsgaard (Aleksandar Jovevic, 89.) - Nenad Saric, Øssur Dalbúð

Gult kort:: Nenad Saric, Høgni Zachariassen

 

 

AB-HB 1-3 (1-3)

0-1: Símun Samuelsen 2.

0-2: Bárður Olsen 12.

0-3: Gunnar Haraldsen 16.

1-3: Ahmed Keita 32.

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg. Morten Overgaard, Sorin Anghel, Poul Thomas Dam – Jobin Drangastein, Dion Splidt, Mikkjal Hentze (Rói Danielsen, 26.), Beinir Ellefsen (Martin Midjord, 64.) – Bjartur Kjærbo – Ahmed Keita (Hørður M. Mohr, 84.)

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen (Tróndur Jensen, 81.), Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen, 79.) – Andrew av Fløtum - Jógvan Andrias Nolsøe (Bárður Johnson Heinesen, 66.)

 

 

07Vestur-TB 4-1 (2-0)

1-0: Tór-Ingar Akselsen 3.

2-0: Ibrahima Camara 15.

3-0: Emil Mikkelsen 57.

3-1: Poul Ingason 59.

4-1: Evrard Blé br 87.

Dómari: Eiler Rasmussen

07 Vestur: Andras Gango – Holgar Durhuus (Hørður H. Johansen, 89.), Téhé Aristide (Jákup Olsen, 80.), Emil Mikkelsen, Ásmund Hansen - Petur G. Dalbø, Evrard Blé (Sjúrður Ellefsen, 88.), Jovan Radinovic, Eli F. Nielsen, – Tór-Ingar Akselsen - Ibrahima Camara

TB: Ivan Stojkovic - Babscar Ndiour, Martin Tausen, Óli Johannesen, Teitur Justinussen (Eirikur M. Ellendersen, 46.) – Dan Mortensen (Hjalti Vestergaard, 58.), Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Ragnar Tausen (Aron Sørensen, 64.) – Nicky Ferenc Diverdics – Poul Ingason

 

 

B36-Víkingur 4-0 (1-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz 12.

2-0: Súni Olsen 66.

3-0: Gilli Sørensen 82.

4-0: Lukasz Cieslewicz 84.

Dómari: Lars Múller

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy (Benjamins Heinesen, 89.), Hørður Askham, Martin M. Pedersen, Símun Joensen – Høgni Midjord (Rasmus Dan Sørensen, 85.), Róaldur Jakobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Abayoni Lawal (Jákup á Borg, 69.)

Gult kort: Høgni Midjord, Tórður Thomsen, Róaldur Jacobsen

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus (Heðin Hansen, 68.), Jann Ingi Petersen, Philip Djordjevic (Per Gregersen, 69.) - Hjartvard Hansen (André Olsen, 68.), Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: Erling Jacobsen, Philip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus

 

Støðan

KÍ 6

ÍF 6

B36 4

HB 4

EB/Streymur 3

Víkingur 3

07 Vestur 3

NSÍ 0

AB 0

TB 0

 

3. umfar

Skírisdag 28. mars

Víkingur-AB

TB-NSÍ

HB-EB/Streymur

KÍ-B36

ÍF-07 Vestur