LANDSLIÐSSPÆLARI
Eitt av størstu ivamálunum viðvíkjandi landsliðnum ímóti Skotlandi hevur verið, hvussu tað fór at vera hjá Jens Kristiani Hansen. Veteranurin, sum hevur spælt 41 landsdystir og hevur skorað trý mál, var á B36 liðnum á Svangaskarði í illveðrinum sunnudagin, og hann var aftur á B36 liðnum týskvøldið. Harvið bendir alt á, at Jens Kristian verður førur fyri at spæla á landsliðnum leygardagin.
Tá tjúgu manna liðið varð úttikið í síðstu viku, varð nevnt her á síðunum, at Jens Kristian Hansen er upplagt val til vinstra verjuborð í fýra manna verjuni, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini.
Ofta hava landsdystir verið spældir tíðliga í september. Jens Kristian hevur føðingardag 3. september, og tí hevur hann ofta verið saman við landsliðsspælarunum, tá hann hevur havt føðingardag. Hann var í venjingarlegu til landsdyst, tá hann hevði føðingardag í 1994, 1995, 1997, 1998 og 1999, og í fyrraárið spældu Føroyar 2?2 á heimavølli tann dagin, tá Jens Kristian hevði føðingardag. Í fjør vóru eisini landsdystir á skránni. Tá varð spælt ímóti Luksemborg 1. september og ímóti Russlandi á heimavølli 5. september.
Í ár bendi alt á, at Jens Kristian Hansen skuldi verða við hús allan dagin 3. september, tá hann fylti 31 ár. Men soleiðis tørnaði tað ikki út.
At landskappingardysturin ímóti B68 sunnudagin skuldi spælast av nýggjum týskvøldið 3. september hevði við sær, at Jens Kristian enn eina ferð var staddur á Svangaskarði, tá hann hevði føðingardag. Men hesa ferð slapp hann til hús at hitta familju og vinir, sum vóru komnir í føðingardag, áðrenn hann fyrrapartin í gjár aftur fór á Svangaskarð at fyrireika seg til landsdyst.