Almenn Fyrisiting
Vinnumálastýrið breyt fyrisitingarlógina, tá ið nýggjur landsverkfrøðingur varð settur, eftir at Henning Jacobsen varð sagdur úr starvi á jólum 1998.
Tað sigur Joen H.Andreasen, Løgtingsins Umboðsmaður.
Vinnumálasyrið fær tískil eina ?álvarasliga átalu?, sum Umboðsmaðurin málber seg.
Tað var ein fyrrverandi starvsfelagi á Landsverkfrøðinginum, sum klagaði mannagongdina, tá ið Henning Jacobsen varð koyrdur frá sum Landsverfrøðingur, fyri Løgtingsins Umboðsmanni.
Eftir lógini um kann umboðsmaðurin ikki viðgera klagur um viðurskifti, sum stava frá tíðini fyri 1. jan. 2000 og sostatt ber tað ikki til hjá honum at viðgera spurningin um sjálva uppsøgnina, og tí er tann parturin av klaguni avvístur.
Hinvegin kann umboðsmaðurin viðgera spurningin um at Oyvindur Brimnes varð settur í starvið ístaðin fyri Henning Jacobsen, tí hetta var 22. mai 2000.
Umboðsmaðurin sigur, at av tí, at tað er ein uttanfyristandandi, sum hevur klagað, er Henning Jacobsen spurdur, um hann hevði nakað ímóti, at klagan varð tikin upp til viðgerðar og tað hevur hann góðtikið.
Løgtingsumboðsmaður nevnir ongi nøvn í sínari viðgerð av málinum. Hinvegin verður ein partur í málinum nevndur A og tað er ongin ivi um, at tað er Henning Jacobsen. Ein annar partur veðrur nevndur R og tað er Oyvindur Brimnes.
Skulu seta best skikkaða
Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at tá almennir myndugleikar skulu seta størv, hava teir skyldu til at seta best skikkaða umsøkjararan, og til at meta um hetta eiga teir at nýta øll viðkomandi, saklig og lóglig kriteriir.
? Tað er eingin grund til at ivast í, at setanarbólkurin, sum gjørdi tilmæli um at seta Landsverfrøðing, hevur gjørt sítt tilmæli eftir bestu sannføring.
Bólkurin er samdur um, at bæði Henning Jacobsen og Oyvindur Brimnes eru væl skikkaðir til at verða stjóri fyri landsverkfrøðingsstovnin. Bólkurin er eisini samdur um, at Henning Jacobsen hevur í verki hevur víst, at hann er førur fyri at stýra stovninum undir skiftandi umstøðum, og at tað kanska einamest er honum fyri at takka, at stovnurin hevur tann leiklut og tann bygnað, sum hann hevur í dag; men at hetta kanska eisini merkir, at hann er ikki ein, sum tekur stig til størri bygnaðarbroytingar.
Niðurstøðan hjá setanarbólkinum gjørdist, at tey bæði umboðini fyri landsverkfrøðingsstovnin vístu á Henning Jacobsen sum best skikkaðan til starvi, men bæði umboðini fyri Vinnumálastýrið hildu, at tveir aðrar umsøkjarar vóru betri skikkaðir enn Henning Jacobsen
Umboðsmaðurin heldur seg ikki til at meta um, antin viðurskiftini hava verið so ímillum Henning Jacobsen og Vinnumálastýrið/landsstýrismannin, at hann ikki var var rætti maðurin til starvið.
Tí hevur hann heldur ikki grundarlag fyri at finnast at sjálvari avgerðini um at seta Oyvind Brimnes í starvið, heldur enn Henning Jacobsen.
? Eg geri tí ikki meira við tann spurningin, sigur Umboðsmaðurin.
Ein avgerð báðar vegir
Kortini hevur Umboðsmaðurin nakrar viðmerkingar um mannagongdina viðvíkjandi setanini.
? Eins og tað at seta ein persón í starv er ein avgerð, soleiðis sum fyrisitingarlógin skilir hetta hugtak, so er tað eisini ein avgerð ikki at seta ein persón í starv, sigur Umboðsmaðurin.
Hann sigur, at gongur ein avgerð, ið verður fráboðað skrivliga, ikki til fulnar partinum á møti, skulu, eftir fyrisitingarlógini, grundgevingar fyri avgerðini fylgja við ,
Serliga í setanarmálum skal tað ásannast, at tað kann vera trupult at grundgeva fyri, hví tann og tann umsøkjarin ikki hevur fingið starv, og eigur at verða víst serligt fyrilit í slíkum førum. Ein óheppið orðað grundgeving kann gerast steinur oman á byrðu. Hinvegin krevur lógin, at ein grundgeving verður givin teimum umsøkjarum, sum fáa skrivliga fráboðan um, at teir ikki hava fingið starvið.
Allir teir vrakaðu umsøkjararnir áttu tí at fingið eina grundgeving .
Umboðsmaðurin heldur, at hetta ger seg serliga galdandi fyri Henning Jacobsen, sum hevði arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum í 23 ár, harav 10 ár sum leiðari, og sum søkti starvið eftir áheitan frá starvsfólkunum á stovninum.
? Undir hesum umstøðum hevði Vinnumálastýrið skyldu til at geva honum eina sera gjølliga frágreiðing, og eina neyva grundgeving fyri, at hann ikki skuldi setast í tað starv, sum hann var sagdur úr við teirri grundgeving, at starvið skuldi leggjast niður, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Tað var ikki fyrrenn 6. juni í 2000, at Henning Jacobsen og hinir vrakaðu umsøkjararnir, fingu boð um, at starvið var sett við øðrum umsøkjara, hóast avgerðin um at seta Oyvind Brimnes í starvið longu varð kunngjørd við tíðindaskrivi tann 22. mai í 2000, ella meira enn 14 dagar frammanundan.
? Hetta má í sjálvum sær vera roknað sum brot á góðan fyrisitingarsið.
Umboðsmaðurin sigur, at tað, sum verri er, er at skrivið til vrakaðu umsøkjararnar als onga grundgeving hevur, hóast teir høvdu krav uppá eina slíka, og hvat Henningi Jacobsen viðvíkur, eina sera gjølliga grundgeving.
? Eg haldi hetta vera sera átaluvert, sigur Løgtings Umboðsmaður.
Hann sigur, at hóast vantandi grundgeving fyri eini fyrisitingarligari avgerð er eitt álvarsligt brek, sum í ávísum førum kann føra við sær, at avgerðin er ógyldug, heldur hann ikki, at hetta ger seg galdandi í einum føri sum hesum.
Sjálv avgerðin um at seta Oyvind Brimnes í starvið, krevur ikki nakra grundgeving mótvegis honum sjálvum.
? Sum nevnt frammanfyri er ikki grundarlag fyri at halda, at hann ikki var tann besti maðurin til starvið. Avgerðin um at seta hann í starvið kann tí ikki metast at hava verið ógyldug, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Hann sigur tískil, at burtursæð frá, at hann gevur Vinnumálastýrinum eina álvarsliga átalu fyri vantandi grundgeving í skrivinum til teir umsøkjararnar, sum ikki vórðu settir í starvið, ger hann ikki meira við málið.